Havið hjá Jóhan í Nýggjustovu

Kelda : William Dam Kunoy nr. 1005.

Eitt hav, sum hevur navnið " Havið hjá Jóhan í Nýggjustovu " Jóhan Sørensen føddur í 1928. Jóhan lyfti hendan stein ein dagin teir høvdu verið Norðuri í Haga og arbeitt uppá rásina. Teir vóru 8 mans. Komnir nakað heim um bøgarðin, høvdu menn á orði : " Jóhan prøva og lyft henda steinin " ? Jóhan gekk ynski teirra á møti og lyfti steinin, sum teir vóru eygnavitnir til. Steinurin vigar 768 pund, og er nú liggjandi í Nýggjustovutúninum.