Hjá Árnfara -Jógvan
Húsini eru bygd í 1896 :
Síðsta húsið, ið kom á Skarði, var hjá Árnfara - Jógvani; hann var sonur Hans Petur í Miðstovuni, men mamman doyr, meðan hann er lítil, og átta ára gamal kemur hann til Skarðs til ombeiggja sín Arant og var í tí húsinum, til hann giftist og bygdi í 1896, konu hevði hann av Skarði, Jóhanna Ole - Fredriksen. Árnfara - Jógvan verður ofta skrivaður Joen Mikkelsen, men hansara rætta navn er Joen Hans - Petersen f. 06 - 04 - 1867
Tey áttu 4 børn :
1) Poul Edvard Marius Petersen f. 1896 og deyður 23 - 12 - 1913
2) Mikkel Peter Albanus Petersen f. 1897 og deyður 23 - 12 - 1913
3) Anna cathrina Hans Petersen f. 1900 og deyð 1901.
4) Karl Andreas Hans Petersen ( Klettskarð ) f. 1903 og deyður .......
Árnfara - Jógvan fór sjálvur triði av húsum Tollaksmessudag í 1913 -- men ongin kom aftur at húsum.
Um tað mundið, tá báturin gekk burtur tollaksmessudag 1913, búðu 23 fólk á Skarði :
Hjá Árnafjarðar Jógvan :
Joen Hans Petersen 46 ár
Johanna Petersen 46 ár
Poul Edvard Marius Petersen 17 ár
Mikkel Peter Albanus Petersen 16 ár
Karl Andreas Hans Petersen 10 ár
Kelda : Skarðsbygd / Páll Kunoy
Myndir



