Poul Jacob Poulsen
Poul Jacob Poulsen føddur 29/05-1886 í Kunoy, sonur til Joen Paula Danielsen og Elsebeth Malene Jacobsen, dóttur Danial Paula í Kongsstovuni á Skarði.
Poul Jacob fór til Skarðs at verða og skuldi taka festið húsinum " Har Niðri ".
Hann giftist í 1911 við Elsu Margrethu Kathrinu Joensen, ætta úr Sørvági.
Hon hevði verið leingi har í húsinum " Har Niðri." Og tá ið hon í 1911 giftist við Poul Jacob Poulsen, var tað ætlanin , at tey skuldu hava húsini og festið,men hin minniliga tollaksmessudag 23/12-1913, gekk Poul Jacob burtur við skarðsbátinum 27 ára gamal.
Myndir
