Minningarorð um Poul av Skarði

Skrivað hevur : O.F. Joensen Klaksvík

Minningarorð um Poul Karl Michael Rasmussen í Haraldssundi, føddur 08 - 10 - 1892 og deyður 01 - 06- 1944 :

Poul hevði følt seg sjúkan í longri tíð, men var tað væntandi at hann vildi blíva raskur aftur, og tí komu boðini dátt við, at hann var deyður.

Poul á Skarði, sum hann var kallaður, var av bestu monnum bæði til fjalls og fjøru. Sum so mangur Føroyingur misti hann pápan á sjónum.

Tann sorgartilburðin sum hendi Tollaksmessudag 1913, tá ið Skarðsbáturin gekk burtur, gjørdi at hann á ungum árum, kom at kenna lívsins álvara.  Hann misti pápa sín, og 6 aðrir Skarðsmenn fórust hendan sorgardag.

Skarð var ein lítil bygd, og fórust soleiðis allir útróðrarmenn í bygdini.

Poul flutti til familjuna í Haraldssundi og var borin til eitt 3 marka festi har. Á ungum árum kom hann at líta á seg sjálvan. Hann hevði serliga góðan hug til útróður, og raskur skilamaður sum hann var, hevði hann formansskapin á Haraldssundsbátinum, sum altíð hevur verið væl mannaður av bestu fiskimonnum í Norðoyggjum.

Vit Klaksvíkingar og serliga útróðrarmennirnir, kendu allir væl Poul av Skarði sum ein raskan, fryntligan og friðaligan mann, og hava útróðrarmennirnir tikið mangan dag við stormi og ringum sjógvi á Norðhavinum saman við Haraldssundsbátinum.

Tann nýggi stóri " Brimnes ", sum hann var so glaður fyri, eydnaðist tó honum bert eina stutta tíð at fiska við. Haraldssundsbáturin nýtir ikki formansskap, tá Poul er deyður, men ivaleyst er saknurin stórur hjá manningini.

Stór er sorgin í heiminum, hjá konu hansara Jóhannu við 8 børnum.

Haraldssund er ein lítil bygd, og øll eru sum ein familja í felagskapi. Eina serliga tøkk veiti eg Pouli fyri ta tíð, vit hava kennst.

Føroyar hava mist ein av sínum bestu monnum.

Friðhalgi verði yvir minni hansara.

Klaksvík tann 20. juni 1944.

O. F. Joensen

Myndir