Susanna Juditha Olsen

Susanna Juditha Olsen , ( Sanditha ) fødd 10/12-1863. Hon kom úr húsinum "Har Uppi Suðuri " á Skarði og hon doyði  07/03-1942 í Haraldssundi.  Hon var ógift.

Hon fór til Havnar at tæna hjá sorinskrivaranum í nøkur ár. Tá Landmennirnir komu at mála upp á Skarði, vóru boð eftir henni at koma at húsast ímeðan teir moldu upp. Hon kom so til Haraldssundar at hjálpa Pól og konuni Har Uppi. Hon passaði børnini. Har bleiv hon verðandi intil hon doyði.

 

 

Paulina Andreasen skrivar soleiðis :

Hjørdis hjá Petur Juul fortaldi einaferð, at Sanditha var einasta konan, ið átti servingsfyriklæði. Tað mátti til at matgera og borðreiða fyri so mætum monnum sum landmálarunum. Hon segði hetta við einum brosi

Myndir