Har uppi Suðuri
Símun Hansen skrivar :
Har Uppi Suðuri :
Sum áður sagt, æt elsti sonur Pól og Elsebeth Óli f. 1799. Hann fekk í 1828 helvtina av Gerðafestinum ella 10 gyllin og róptu tey hetta húsið " Har uppi Suðuri ". Óli giftist sama árið; konan var úr Uppistovu í Kunoy og æt Sunnuva.
Í 1834 eru í húsinum :
Óli Fr. Poulsen 35 Aar, Kongsleilænding
Sunneva Niclasdatter 30 Aar, hans kone.
Poul Olesen 5 Aar, deres søn
Thomas Olesen 2 Aar, deres søn.
Og seinni :
Óli Fr. Olesen f. 29. mai 1835.
Hesi seinastu árini vóru nøkur hús komin afturat á Skarði, og bygdin var í menning. Teir mannaðu sjálvir seksmannafar, men júst sum trivni og framburður er við at skapa liviligari kor, hendir ein vanlukka, sum ripti grundina undan øllum : 6 mans gingu burtur á útróðri 30. mars 1835; teirra millum var Óli og beiggi hansara Jógvan. Yngsti sonurin Óli varð føddur tveir mánar eftir, og er hann kallaður upp eftir pápa sínum.
Óli og Sunneva áttu bara hesar tríggjar drongirnar, sum allir blivu á Skarði, Pól og Óli giftist, meðan Tummas var ógiftur, húskallur í ymsum húsum í bygdini.
Í 1813 var bert ein ognarmørk í húsinum, nú eru tríggjar, næstan alt á Skarði ; í einum skifti frá 1850 sæst, at skarðsmenn nú hava 6 - mannafar og eiga eina toskalínu, so teir hava fylgt við útviklinginum -- .
Sunneva doyði í 1857 og árið eftir festi elsti sonurin Pól Olsen. Hann giftist í 1860 við Katrinu Johannesdatter úr húsinum " Har Niðri " á Skarði. Pól er doyptur Olsen, men verður ofta skrivaður Pól Ole Fredriksen, og tær tríggjar elstu døturnar eru doyptar Ole Fredriksen, tann yngsta Olsen.
Óli giftist í 1865 við Onnu Katrinu í Haraldssundi, einkja eftir Rasmus Poulsen " Har Uttari " og festi hann har.
Poul doyði 28 nov. 1872 við Grindabátinum, og somuleiðis systkinabarn hansara Mikkjal Peter Zachariasen av Kirkju, ið tænti í húsinum.
Um tað mundið, tá báturin gekk burtur tollaksmessudag 1913, búðu 23 fólk á Skarði :
Har uppi Suðuri :
Símun Pauli Rasmussen 50 ár
Poul Edvard Marius Rasmussen 21 ár
Anna Rasmina Rasmussen 23 ár
Myndir

