Skarðsbygd
Skarðsbygd var ikki so gomul bygd. Fólk hava búsett seg har eftir 1584, men tá tey fyrstu kom til Skarðs, hava tey neyvan hugsa um fisk og útróður. Helst er onkur farin norður at halda hagarnar og jørðina við líka.
Hetta kunnu vit hugsa, tí tey fyrstu húsini vórðu bygd Úti á Grundum, sum vit siga. Tað er rættiliga langt frá lendingini, og tey hava verið fáment. Har vóru 3 hús.
Drekkarsáin á Skarði leyp :
Aftaná lopið í 1824, gjørdist lopið til eitt stórt gil, eisini kallað Gilið ella Gamlagil. Áðrenn lopið var tað ein lítil matará.
Í 1824 leyp mataráin, sum vit í dag kalla Gamlagil. Húsini fingu stóran skaða og tey fluttu longur heim, og tá koma tvey hús afturat á Skarði. Í 1828 kemur Kongsstovan.
Myndir