Hálendarin á Skarði
Norðlýsið skrivara 12. mai 1978 :
Haraldssundsmenn kløkkir. Komu fram á fremmandan mann í skúrinum. ikki er greitt, hvør viðkomandi er.
Viðmerking : Tá Norðlýsið skrivar " Skúr " so er tað hetta húsið, ið myndin er av omanfyri. Húsið verður brúkt til at vera í, tá haraldssundsmenn eru á fjalli. Tað stendur altíð opið.
Týsdagin komu haraldssundsmenn fram á ein útlending í einum goymsluskúri norðuri á Skarði. Maðurin sigst standa hálvnakin inni í skúrinum, og tað vísti seg ikki at vera møguligt at fáa samtalu við hann.
Hálendingur :
Løgreglan í Klaksvík varð boðsend, og tá teir komu á staðið, vísti tað seg, at maðurin er ein 32 ára gamal hálendingur, sum komin er til Føroyar at ferðast. Maðurin hevur verið vesturi í Vágum og í Eysturoynni og var so komin til Haraldssunds. Hann hevði tjald við sær, men tá tað regnaði og hann var komin fram á ein skúr, hevði hann leitað sær inn at sova og har hevði hann vaskað sær klæðini.
Einki pass :
Tá tað vísti seg, at maðurin einki pass hevði, tók løgreglan hann við sær til Klaksvíkar, meðan kannað verður gjøgnum konsulatið, hvør maðurin er. Tá blaðið fór til prentingar, var ikki greiða fingin á hesum.
Funnin deyður :
Blaðið Kolon, sum kom út í 1979 nr. 1 skrivar um hendan mannin :
Tann 18. oktober í 1978, varð líkið av Jean Pierre Ursula Lohuis funnið av tilvild á Myrkjanoyrafjalli á Borðoynni. Um gátufulla lív og deyða hjá " hálendinginum ", kunnu tygum lesa í hesum bløðum.
Doyði í einsemi :
Tú hevur hoyrt um fólk í stórbýum í útlondum, liggja og doyggja í einsemi. Tey kunnu liggja í vikur og mánaðir deyð, uttan at nakar varnast hetta. Tey áttu ongar vinir, onki skyldfólk ella tað, vit vanliga rópa " ongan góðan ". tey livdu í einsemi og doyðu í einsemi. Tú hugsar um gomul og sjúk, sum ikki fáa boð frá sær, og tí liggja lík í onkrari íbúð í longri tíð. Slíkar eru treytirnar fyri at búgva í stórbýum í útlondunum, har fólki ikki vilja " blanda seg uppí ". Sovorðið hendir ikki her heima hjá okkum, hugsar tú. Vit føroyingar kenn øll hvønn annan. Vit vita alt um øll. Tú fert skeivur ! Hevur tú longu gloymt, ta syrgiligu lagnuna : Jean Lohuis ? Tað hendir í vælferðasamfelagnum Føroyum. Tað hendir mitt millum okkum og viðkemur okkum øllum.
Nær ?
Fulla navn hansara er Jean Pierre Ursula Lohuis. Føddur 22. oktober í 1945 í Hasselt. Einum lítlum býi, 60 km eystanfyri Bruxelles í Belgia. Í Føroyum best kendur undir navninum " hollendarin ". Hann doyði helst í september í 1978. Eingin veit nær -- púra einsamallur á Myrkjanoyrafjalli á Borðoynni. Eingin visti av honum. Ongin saknaði hann, hollendarin átti ongan góðan í Føroyum. Hann doyði í einsemi, helst í september í 1978, og var av tilvild funnin 18. oktober sama ár. Tá hevði 32 ára gamli Jean Lohuis, ligið lík í einar 2 - 3 vikur ella meira. Ein syrgiliga lagna, vísti tað seg seinni, hevði funnið sín enda í Føroyum.
Sjúkmamman :
Í politiraportini síggja vit, at Jean Pierre Lohuis var føddur 22. oktober í 1945, og at hann føddist til eina ivasama tilveru. Tað er ikki gjørligt at finna nakað um hansara biologisku mammu. Hon gav sonin burtur, stutt eftir at hon hevði føtt hann. Jean verður síðani uppfostraður hjá einari sjúkmammu í Hollandi. Onki verður sagt um barnaár hansara. Vit vit einki um hansara skúlagongd, onki um nakra útbúgving. men vit vita, at Jean Pierre ikki hevur havt tað gott. Hann hevur allar dagar havt ilt við at knýta seg at fólki. Hann átti helst ongantíð vinir, hóast hann hevði stórt " kontaktbehov ". Vit vita eisini, at hann sum ungur maður rýmdi heimanífrá og ikki síðani hevði havt nakað samband við sjúkmammuna í Hollandi. Tá mynduleikarnir bóru henni deyðsboðini, sgði hon, at hon einki hevði frætt frá honum í nógv ár. Hon trúði, at fostursonurin var deyður fyri fleiri árum síðani.
Meldaður :
Fyrstu ferð, mynduleikarnir í Føroyum hoyra nakað um Jean Pierre, er 7. mai í 1978. Hann er komin til Føroyar og hevur leitað sær norðureftir. Hann er bergtikin av náttúruni. Fjøllini hugtaka hann, og við myndatóli sínum, ferðast hann um Norðoyggjar. Hann tekur nógvar myndir. Av landsløgum. Fjøll, áir og blómur. Av frælsa og fríða lívinum. Seyður og fuglur. So verður hann meldaður til løgregluna.
Ein vátan dag er hann staddur á Kunoynni við myndatóli sínum. Hann er ov smæðin at leita sær inn nakrastaðni, har fólk búgva. Hevur altíð havt ilt við at koma í samband við fólk. Hann er á kroppi, og í einsemi sínum leitar hann sær inn í eitt seyðahús norðanfyri Haraldssund at kroka. Hann hevur kynt eld í ovninum og latið seg úr teim vátu klæðunum fyri at turka tey. Soleiðis situr hann hálvnakin, tá ólukkan hendir. Fólk koma framá hann. tey royndu at tosa , spyrja um ymiskt. Jean Pierre skilir onki, tey skilja heldur ikki, sigur tí onki, gevur onga frágreiðing. Hann er illa við, smædnari enn nakrantíð, og verður hildin at vera undarligur. Hvt mann hesin útlendingurin hava at gera hálvnakin í einum seyðahúsi á Kunoynni ? Best maan vera at vera fyrivarin. Tú veitst aldrin. Tí verður sagt løgregluni frá beinanvegin.
Einki arbeiðsloyvi :
Funni verður út av, at Jean Pierre Ursula Lohuis ongi pappír hevur uppi á sær. hann hevur onki pass, onki uppihaldsloyvi og onki arbeiðsloyvi. í fyrstani er ringt at fáa nakað burtur úr honum. Hann virkar smæðin, ein innibyrgd nátúr. Sigur seg ikki duga enskt, men so við og við gongst betri, og at enda vísir tað seg, at hann væl er førur fyri at føra heila samtalu á enskum. Seinni vísir tað seg, at hann eisini dugir týskt. Maðurin er mettur at vera púra óskaðiligur. Rætta søgan um seyðahúsið á Kunoynni kemur fram í allari sínari náturligheit. Men reglurnar skulu haldast, og " Hollendarin " verður noyddur at fara av landinum. Hann verður útvístur til Hollands, men fær boð um, at hann haðani kann søkja um uppihalds - og arbeiðsloyvi í Føroyum. Stutta tíð eftir var Jean Pierre aftur í Føroyum. Her dámdi honum væl. Hann droymdi um at kunna búgva her, fáa arbeiði onkunstaðni og finna frið. Kanska møguleiki eisini var at finna vinir. Samfelagið var jú so lítið, øll tyktust at kenna hvønn annan. Hann hevði ikki gjørt eftir boðunum, hevði ikki søkt um uppihalds og arbeiðsloyvi meðan hann ta stuttu tíð var burturi, men gjørdi tað nú, hann var afturkomin til Føroyar. Nakað endaligt loyvi fekk hann ongantíð. Jean Pierre var deyður, áðrenn mynduleikarnir vóru lidnir at avgreiða málið. Men hann fekk eitt fyribilsloyvi og arbeiddi á flakavirkinum á kósini við hvørt. Á fiskavirkinum Norðborg við hvørt, og slapp uppí at landa onkran bátin við hvørt.
Grøv nr. 617 :
Hann búði hesa tíðina á Vallaraheiminum í Klaksvík, men át á Sjómansheiminum. Tá hann ikki arbeiddi, gekk hann úti í nátúruni við myndatólinum, tá veður var til tað. Annars las hann. Hann hevði enn ikki funnið sær vinfólk. Støðugt teir somu trupuleikarnar við at koma í samband við fólk. Kanska vóru tað máltrupuleikar, sum gjørdu tað, helt hann,og tí fór Jean Pierre Lohuis at læra seg føroyskt. Hann flutti út á Sjómansheimið at búgva, og royndi her at koma í samband við fólk. Onkur av gentunum, sum serveraðu matin, dugdi bæði enskt og týskt, so her vóru møguleikar at tosa. Samstundis fekk hann lært nakað av føroyskum.
Her búði hann eisini 23. september í 1978. Tann dagin hevði Jean Pierre onki arbeiði. Veðrið var hampuligt. Hann leitaði sær sum vant niðan í fjøllini. Men ongin visti av tí. Hann hevði sum vant ikki tosað við nakran um, hvar hann fór. Onkuntíð fyrr hevði hann verið burtur í einar 3 - 4 dagar, áðrenn hann kom heimaftur. hesin túrurin vardi longri. Jean Pierre Ursula kom ongantíð heimaftur á Sjómansheimið. Túrurin í fjøllunum vardi í ein mánaða 30 dagar eftir útferðina varð " hollendarin " borðin til seinasta hvíldarstaðið -- grøv nr. 671 í kirkjugarðinum úti í Grøv í Klaksvík.
Myndir

