Vegurin í Haraldssundi
Fyrst í 1930 inum, millum 1930 og 1933 var vegurin frá garðinum og heim í Støðna gjørdur. Tað vóru mennirnir í bygdini, sum gjørdu vegin. Tá teir gjørdu vegin oman á brúnna, skuldi nógv grót til.
Teir gjørdu síðani av, at spreingja í Glyvursánni fyri at fáa grót. Teir sprongdu ánna longur niður. Tað varð ein gálgi gjørdur av timbri og hann varð so uppsettur á vegnum, og hann bleiv brúktur til at hiva grótið upp á vegin við. Síðani varð grótið rulla heim í støðna.
Har var ein brúgv, sum Magus Sivert Simonsen hevði gjørt. Hon varð tikin niður og ein onnur stoypt uppaftur.
Hendan brúgvin, sum varð stoypt uppaftur, varð niðurtikin fyrst í 1980 inum, tí tá bleiv vegurin gjørdur av nýggjum og nýggj brúgv gjørd. Tann gamla brúgvin bleiv flutt suður til Myllánna og løgd tvørtur um ánna, so lættari varð at koma til rættina.
Myndir



