Elsa Margreta
Eitt sindur um Elsu Margretu, fødd Joensen.
Elsa Margreta, fødd Joensen, ættað úr Sørvági kom til Skarðs sum ung. Hon var í húsinum : Har Niðri.
Hon var leingi har í húsinum, og í 1911 giftist hon við Poul Jacob Poulsen.
Í 1913 gongur hann burtur við Skarðsbátinum. Elsa margreta flutti við 2 børnum til Kunoyar, seinni til Haraldssunds, har hon bygdi.
Hon bygdi húsini Suðuri á Bakkanum og búði hon har í nøkur ár. Elsa Margreta giftist upp aftur í 1925 við Sámal Johannes Samuelsen av Eiði. Hann varð nevndur Sámal av Látrinum ( staðarnavn á Eiði ). Sámal hevði ein bát, sum var brúktur til at fáa sær eitt kók av seiði við, og sum tá var nógv til av. Hann hevði einki neyst, men undir húsunum, niðri í fjøruni, legði hann lunnar og gjørdi teir fastar í helluna, og dróg so bátin niðan undir bakkan. Av hesum kom navnið Látrastøðin, sum ikki verður brúkt í dag. Navnið er við at blíva burtur. Sámal var kúlutur maður, hann hevði gott handalag. Hann gjørdi klokkur aftur, sum gingu fyri. Seinni maður hennara doyr longu í 1938.
Tey fluttu síðani til Klaksvíkar umleið 1948. Tey tóku húsini niður og fluttu tey til Klaksvíkar.
Tað kom ein sandbátur úr Bø, sum vit kallaðu Klaksvík tá, men sum nú er farið í søguna. Ein góðan dag, kom sandbáturin og legði at landi. Hann hivaði ein vogn uppá land, sum líktist einum hestavogni. Við hesum vogninum, koyrdu tey tilfarið av húsunum oman á brúnna og umborð á sandbátin. Tey børnini, sum her vóru, hildu at hetta var ein stórhending í bygdini. Alt virkaði so nýmótans við einum vogni. Børnini høvdu ongantíð sæð ein slíkan vogn áður. Tey sluppu uppí vognin niðan av brúnni.
Húsini blivu sett upp aftur í Klaksvík. Grundin stendur eftir.
Grundin stendur beint norðanfyri bygdarhúsið, niðanfyri vegin í Haraldssundi.
Myndir
