Tey gleðileysu jólini 1913

Jól er gleðishøgtíðin fram um nakra, siga vit -- og so er aloftast, men fyri hálvthundrað árum síðani var sorgin jólagestur í mongum heimi í Norðoyggjum. Tollaksmessudag 1913 gingu tríggir bátar burtur við 19 monnum : Skarðsbáturin við 7, Kunoyarbáturin við 6 og Norðdepilsbáturin við 6 monnum.

Veðrið hevði ikki verið lagaligt fyri jól, og menn tráaðu eftir at sleppa á flot. Um náttina blíðkaði hann, veðrið bleiv av tí besta og fleiri bátar vóru leysir frá landi langt fyri dag. Hevði náttin verið vøkur, so var dagurin tað ikki; tá hann lýsnaði, brendi hann á við ódnarstormi av landnyrðingi og kavaroki, harumframt kom vestfallið og legði ein garð av krappsjógvaðum brotum um oyggjarendarnar.

Tveir vóru bátarnir, sum fóru úr Kunoy henda morgunin, annar var undir landi, tá veðrið kom. Hann sleit heim í bygdina, men eftir seksmannafarinum " Samløgan " bíðaðu tey forgevis.

Við henni fóru : Jóhan Dam 40 ár, 8 børn -- Dánial Danielsen 41 ár, 5 børn -- Joen Jacob Fredriksen 50 ár, 1 barn -- Thorsten Samuelsen 49 ár, 1 barn -- Hans Pauli Jacobsen 16 ár -- Hans Jacob Krebs Olsen 22 ár. Hans Jacob var úr Skúvoy og komin norður til Kunoyar at halda jól.

Nesmenn sóu sama morgunin rekar, sum teir hildu vera av Kunoyarbátinum.

Norðdepilsbáturin hevði egndan reiðskap frá degnum fyri. Teir vandaðu veður og settust aftur, men hildu líkindini vera frægari henda morgunin og fóru út millum Grynnur. Teir høvdu sett, tá hann brast á, vestfall var komandi og læsti teim heimferðina. Dagin eftir róku árar og onnur bátsútgerð á land á Viðvík, og ivaðust menn ikki í, at tað var av Norðdepilsbátinum.

Við hesum báti fórust :

Hans Matias Hansen 40 ár,  børn -- Jóhannes Hansen 36 ár, ógiftur -- Hans jacob Sivertsen 19 ár,-- Olaf Sivertsen 16 ár, -- Karl Justesen 46 ár, 3 børn --- Johannes Justesen 19 ár.

Við Skarðsbátinum fórust 7 mans. Av Kunoyarbátinum høvdu teir sæð kíkar rekandi á sjónum og hildu, at teir vóru av Skarðsbátinum.

Jóan Pauli Joensen 46 ár, 3 børn -- Jákup Petur Petersen 32 ár, 3 børn -- Mikkjal Petur Petersen 16 ár --- Poul Jákup Poulsen 32 ár, 1 barn -- Joen Mikkelsen 47 ár, 1 barn --- Símun Pauli Rasmussen 51 ár, 3 børn, og Poul Edvard Petersen 17 ár.

Fyri Skarðsbygd var henda vanlukkan byrjanin til endan. Nøkur ár eftir, doyði bugdin út. 

Myndir