Har Niðri

Teir, sum bjargaust í 1872, tá grindabáturin fór vóru :

Brøðurnir har Niðri : Jóhannes og Niclas Johannesen.

Jóhannes har Niðri var nýgiftur, tá hann bjargaðist henda dagin 28. november 1872. Hann giftist í 1871 við Elsu Matras av Viðareiði og festi í 1876. Tey áttu tvey børn :

1 ) Símun f. 1872

2 ) Anna Sofía f. 1876.

1 ) Símun, sum í 1905 fekk sær eftirnavnið " av Skarði " var borin til festið, men hann misti annað beinið og fór tí á læraraskúla. Kona hansara Súsanna var eisini læraralærd, hon var ættað av Húsum í Havn.

2 ) Anna Sofía giftist eisini av bygdini við Rasmus Rasmussen úr Miðvági. Teir báðir Símun og Rasmus stovnaðu Háskúlan í Klaksvík, og so nøkur ár í Føgrulíð, til tey í 1909 fluttu til Havnar.

Nú var einki næstrafólk  eftir í bygdini til at taka sær av húsinum, men ein genta úr Sørvági, ið kallaðist Elsa Margretha systkinabarn Rasmusar, kom tá í húsið at vera.

Hon giftist í 1911 við Poul Jacob Poulsen ú Kunoy og ætlanin var, at tey skuldu hava hús og festi Har Niðri, men soleiðis kom tað ikki at ganga.

Um tað mundið, tá báturin gekk burtur tollaksmessudag 1913, búðu 23 fólk á Skarði :

Har Niðri :

Johannes Fredr. Johannesen 70 ár

Elsa Fredrikke Johannesen  70 ár

Poul Jacob Poulsen 27 ár

Elsa Margretha Poulsen 27 ár

Jógvan Páll Fjalsbak 1 ár.

 

Myndir