Dina, ættað av Skarði

Jákup Andreasen skrivar :

Parið á myndini eru Dina (1912-1995), sum var ættað av Skarði, og Berint Wolles (1903-1997), sum var ættaður úr Uppistovu á Trøllanesi. Eg kenni ikki smádreingin, sum situr millum tey bæði, men gamla konan longst til høgru er Kathrina Wolles, langomma á Trøllanesi.
Kathrina var bóndadóttur úr Uppistovu í Leirvík, og giftist við Rosenmeyer, langabba á Trøllanesi. Hon búði nógv tey seinastu árini, hon livdi hjá dóttrini Onnu Isaksen í Brekkuni í Klaksvík og doyði út haðani. Hon andaðist í 1956, 89 ára gomul og er jarðað á kirkjugarðinum á Gerðareiði í Klaksvík.
Dina var fødd á Skarði í 1912, og longu tollaksmessudag árið eftir gekk pápin, Jacob Peter Petersen, burtur við Skarðsbátinum saman við sjey øðrum monnum. Hann var tá 30 ára gamal og átti trý smá børn.
Berint og Dina giftust í 1933, og Berint fortaldi onkuntíð, at hann helt seg ikki hava ráð at giftast fyrr enn tá. Tey bygdu sær hús í Brekkuni í Klaksvík. Tá var ongin vegur til húsini, og tí mátti alt tilfarið berast niðan úr Klaksvíkini. Berint tók 700 krónur í láni, tá hann bygdi, og tað helt hann vera eitt stórt lán í teirri tíðini. Dina og Berint fingu ongi børn, men Barbara (Barba) Fløtt úr Klaksvík og Elinor Nolsøe úr Sørvági vuksu upp hjá teimum.
Kári Lindberg, trímenningurin lænti mær myndina, sum er tikin í Brekkuni í Klaksvík.

Myndir