Flúgvarin Kunoy

Eitt stykki av bumbuni, sum flúgvarin slepti norðanfyri bygdina, áðrenn hann datt í havið.

Fridalvur Heinesen: Forfatter


Veit ikki , pápi hevði hattar liggjandi.


Onkur kanska veit meira um hendingina

Byrger Heinesen :

Fríðálvur, tú skrivar onkur veit um hendingina. Eg var í Kunoy ta tíðina. Eg kann prøva at siga tær frà hvussu eg upplivdi hetta. Vit búðu so nær við har sum bumbunar brustu í Vági 1941. So eg og fosturmóður mín Frida fóru til Kunoyar sama kvøldið, tí tað var so ófriðarligt í Klaksvík. Flúgvarnir høvdu bumbað Kájuna,Silvu og í Vági,teir skutu eisini nógv.Vit gistu hjá Heina Heinesen.(Heini í Kunoy) naka aftaná, at vit vóru komin til Kunoyar fleyg ein flúgvari leingi omanfyri bygdina.Tað var vindur og regn. Vit hoyrdu og sóðu hann við hvørt. Knappliga hvarv ljóðið og hoyrdist brestur úr dalinum beint norðanfyri.Flúgvarin hevur verið illa fyri, so hann slepti bumbunum.
Eivind Eliasen í Mikladali, segði fyri mær, at hann sá flúgvarin detta niður í Kalsoyarfjørð.
Nakrir menn fóru norð at vita ,hvussu vorið var,Markus Heinesen var ein. Eg minnist tá teir koma aftur,.Vit sótu við nátturaborði, tá Markus kom inn í køkin og legði eitt stórt jarnstykki á borðið beint frammanfyri meg, har eg sat. Tá var tað eitt stykki av tí einu bombuni sum brast. Eg tók í tað, og tað var ikki kølna.
Eg veit ikki um tað eru fleiri bombustykkir men hetta bombustykkir á myndini líkist tí.
Tað var stuttligt at síggja myndina av bumbustykkinum.

Myndir