Stórkavin í 1947

Úr bókini Fyri Uttan á Skarði :

í 1947 var kavaárið mikla. Kavin kom á kyndilsmessu og helt á langt út í apríl, áðrenn seyðurin fekk nakað til muns. Eftir í haganum livdu 125 seyðir, men lembingin var so ring, at bert 48 vórðu skorin. Hetta árið fekk Sofus Gilstein tveir veðrar, sum vigaðu 56 og 52 pund.

Viðmerking : Tað er heilt undrunarvert, at 125 seyðir skuldu liva eftir, tí kavin lá frá 2. februar og út í apríl. Leggjast skal afturat, sum øll vita, at tað var stórkavi.

Myndir