Tá Ytstidalur bleiv burtur

Einaferð vóru haraldssundsmenn í grind í Hvannasundi. Teir høvdu Ytstadal við sær.

Á veg til hús aftur, høvdu teir bátin hangandi afturút.

Tá teir vóru komnir, ella rundaðu Múlan, fer ein aftur at hyggja eftir bátinum, men tá var báturin burtur. Endin var slitin.

Báturin var og er svartur og teir vendu aftur og fóru at leita. Tað var myrkt, báturin svartur og teir funnu ikki bátin aftur.

Nakrar dagar seinni, kemur ein eingilskur trolari á Klaksvík og tá stóð ein svartur báturin á dekkinum.

Alt grótið ( leysakastið ) lá framvegis í bátinum. Teir tordu ikki at taka grótð úr bátinum, so tað var alt í bátinum.

Tað var so farið at leita eftir eigarunum og tey komu so fram til at haraldssundmenn áttu bátin.

Soleiðis kom báturin aftur.

Haraldssundsmenn roknaðu ikki við at fáa bátin aftur.

Báturin er gjørdur í Mikladali í 1940 og tað var Jógvan Glerfoss, sum gjørdi bátin.

Báturin er til enn og verður varðveittur. Tað er Bygdasavnið Bríkin, sum hevur bátin.

Myndir