Barsskor motorurin í smildur
Barsskor : Motorurin í smildur :
Jákup Andreasen skrivar :
Olivia (Lilla) Andreasen, omma á Húsum situr á lastalúkuni umborð á postbátinum Barsskor onkuntíð í fyrru helvt av 1960-unum millum mjólkardunkar, postsekkir og vøru av ymsum slagi.
Nakað av timbri er stungið upp á skúrin í stýriborð, og ein greipa av turrum fiski hongur í ljósinum oman á skúrinum í bakborðssíðu. Her vóru ongi "fín fornemmilsi".
Barsskor hevði ein Callesen motor, sum fór í smildur úti á Pollinum jólaaftan í 1965 ella 1966, tá Barsskor hevði verið í Kalsoynni við skipsmonnum. Tá varð ein Volvo motorur settur í bátin í staðin. Minnist meg rætt, var gamla útstoytið á myndini eisini skift í sama viðfangi, og tí er myndin tikin áðrenn 1965-1966.
Myndir
