Gamlamannabragd í Seyðbergi

Eystasti ryggur í Seyðbergi er mark millum kunoyingar og skarðsmenn.

Úr Fuglaframa :

Ein ær hjá Skarðsmonnum var lopin vestur í Seyðberg, sum var eitt gott lundaland tá. Ærin hevði gingið í Káraskor.

Soleiðis stendur skrivað :

Fyri Hvítusunnu fóru Kunoyingar at draga lunda í Seyðbergi, og vildi tá royna at fáa fatur á æruni. Sum vera man, var hon stygglig og meðan bratt var at standa, lat hon seg ikki væl taka. Endiliga basti tann eini maðurin henni í tí brattasta. Maðurin var Niclas í Kunoy 69 ára gamal. Tað er ikki yvirhøvur, at menn ganga í bakka til teir koma upp í so høgan aldur, enn sjáldnari, at teir gera slík brøgd í bakkanum, sum at taka ein styggan tungan seyð av fótum í brøttum. Hvussu tungur var tá seyðurin ? Kroppurin vá 55 pund, alt hann var ógvuliga lítil. Í tálg vóru um 36 merkur !

Ein góður seyður at vera fyri Hvítusunnu.

Myndir