Snekkjusteinur fer á land VN 309
Snekkjusteinur :
Hetta skipið varð bygt í Nykøbing á Mors í 1946. Tað var 73,8 føtur langt, 20 føtur breitt og 8,7 føtur djúpt. Tað var 82,53 brutto registar tons og hevði eina 240 hesta Alpha Diesel motor.
As Færøske Fiskeskibe í Keypmannahavn keyptu skipið við skeytið, dagfest 27. mai 1946. Tað var beinanvegin selt til tríggjar víkarmenn : Johan Joensen -- Magnus Pauli Hansen -- Adrian Johansen.
Hesir tríggir mennirnir í Haldórsvík vóru allir sjómenn, og teir áttu ein triðing hvør. Reiðari var Magnus Pauli Hansen, og hann førdi skipið tað mesta av tíðini. Hetta er tað, sum stendur í skipaskrásetingini, men aðrastaðni, er okkum sagt, at Vilhelm Petersen og Jógvan Olsen og møguliga eisini Andreas Andreasen áttu í, og at tað var eitt partafelag : P/F Vík, sum átti skipið. Skipið fekk navnið Snekkjusteinur og skrásetingarnummarið VA 309. Men hetta far var ikki leingi í flotanum. Tað fór á land og bjargingin er ein tann mest dramatiska í Norðoyggjum í nýggjari tíð.
Snekkjusteinur var trolbátur og var á trolveiðu á Norðhavinum, tá kavaroksódn av landnyrðingi brast á hóskvøldið 5. februar í 1948.
Snekkjusteinur fór undir land at kroka. Í myrkrinum komu teir inn í brimið á Skarði og fór á land í náttarmyrkrinum í Urðini undir Skarðsbygd, har 50 metrar bakki er uppfyri.
Teir náddu bert einaferð at rópa neyðarkall á fiskabylgjuni. So fyltist stýrhúsið. Jógvan hjá Billu í Klaksvík hoyrdi hetta og boðaði sýslumanninum frá. Boða varð so til teir bátsmenn í Klaksvík, sum áttu teir bestu motorbátarnar, um at fara til hjálpar.
Veðrið var so ringt, tá bátarnir komu norður, at har gjørdist einki. Men manningin á Snekkjusteini var sloppin á land í urðini, og tað hevði eydnast teimum at fáa bátin við sær. Men í Urðini sluppu teir ikki upp á bakkan. Menn fóru eftir landi og høvdu línu við sær. Ætlanin var at draga teir upp.
Ikki fyrr enn seinnapartin dagin eftir, var ein skái, og tá slapp Josias Matras við sínum nýggja báti Glottanum so nær, at teir fingu ein enda á land. Teir stjóraðu síðani manningina umborð á Glottan við bátinum, teir høvdu fingið við sær á land. Hann varð stjóraður ímillum land og Glottan fleiri ferðir, og ein stórur steinur undir hekkuni á Snekkjusteini darvaði, men tað gekk, eftirsum veðrið batnaði. Snekkjusteinur varð standandi í nakrar dagar, men tá ódnarveður aftur brast á av landnyrðingi, sorlaðist hann og sakk. Motorurin varð tó fiskaður upp seinni og fluttur til Klaksvíkar. John Lassen í Klaksvík førdi Snekkjustein. Hann sigur, at teir vóru 12 - 14 mans við hendan túrin. Snekkjsteinur varð strikaður úr skipaskrásetingini 14. desember í 1949.
Ella Sólbjørg greiðir soleiðis frá :
Hon minnist hendingina soleiðis, at tað var kavarok og ógvuliga myrkt í veðrinum. Hesa somu nátt droymdi hon, at nógv ljós var undir bakkanum á Skarði. John Lassen førdi bátin í 1948. Teir komu aftur av útróðri. Hon sigur, at teir høvdu ongan radara í tí tíðini, so teir sóu einki at sigla eftir. Teir rendu á land undir Skarðsbygd. Tað gingu meslingar í Haraldssundi tá. Bátur kom úr Klaksvík til Haraldssundar við línu. So fóru menn úr bygdini til gongu við línuni norður eftir bakkanum til Skarðs. Teir, sum fóru við, vóru hesir : Aðalstein Magnusson ( Valstein ), Jógvan Har Innari, Jens Juel Sólbjørg, Símin Joensen ( Símin har Suðuri ) og Jákup Martin Sólbjørg. Hesir vóru ikki sjúkir.
Tá teir komu norður á Traðarleitið, gekk hann vestur um og tað bleiv betur veður.
Jákup Jacobsen sigur, at abbi hansara Jákup á Skarði, kundi ikki fara við, tí hann hevði meslingar.
Ásla Heinesen minnist : At tey kókaðu kaffi til manningina.
Myndir


