Lendingin

Lendingin.

Sambandið hjá kunoyingum við umheimin gekk fyri tað mesta um lendingina undir húsinum Heima í Húsi, niðri við Hólma. Har vóru í gomlu døgum tveir hólmar, og gjógvin, har sum uppskipað varð, hólmarnir vóru uttanfyri gjónna. Stórhólmur uttast og Lítlihólmur innanfyri. Sunnanfyri Lítlaholm var Sporið, har bátadrátturin var. Fleiri lendingarpláss eru annars á Kunoynni, ið bygdafólkið nýtti, t.d. tætt sunnanfyri ta vanligu lendingina var lendingin Suðuri á Rætt, ið ofta varð nýtt í brimi. Kunoyingar høvdu sum hinar bygdirnar á oynni, eisini landingspláss á Fiskimøl sunnanfyri Haraldssund. Á Møl, suðuri í nesinum, tætt við markið millum Kunoy og Haraldssund sæst farvegur eftir neystatoft, ið Kunoyingar hava havt í gomlum døgum. Lendingin í Kunoy er fleiri ferðir útbygd, brimgarður gjørdur og nógv stoypt fyri at betra um samferðslumøguleikarnar. Í 1978 varð vegur gjørdur oman til lendingina.

Nýggja tíðin avloysti øll hesi pláss, ið frá fyrndini høvdu tænt kunoyingum. Í 1980 bleiv byrjað uppá veg, tunnil og byrging.  Og størsta og mest kollveltandi broytingin í samferðsluni á Kunoynni var, ta landfast bleiv um Haraldssund í 1986, og hin 3.031 m langi Kunoyartunnilin og landsvegurin til Myllánna í Kunoyar bygd í 1988 alment bleiv tikin í nýtslu.

Myndir