Kunoyar kommuna
Kunoyar Kommuna.
Havnin gjørdist fyrsta kommunan í Føroyum við danskari rikisdagslóg frá 1866. Restin av landinum varð skipað í 7 kommunur í 1873. Kommunalu eindirnar komu at samsvara við tey 7 prestagjøldini, landið hevur verið býtt upp í síðani trúbótina, og Norðoyggjar vóru soleiðis skipaðar sum ein eind, kommuna og prestagjald. Harumframt var gamla sóknarskipanin, har Norðoyggjar vóru skipaðar í 7 sóknir, eisini galdandi. Í Norðoya Kommunu kundu vera ikki færri enn 5- og ikki fleir enn 9 limir. Teir skuldu veljast soleiðis, at í minnsta lagi ein var úr hvørjari sókn, og teir írestandi tveir veljast í felag av øllum borgarunum í kommununi.
Í 1907 søkti Vágs sókn (Klaksvík) um at sleppa burturúr Norðoya Kommunu. Eingin beinleiðis grundgeving var fyri hesum, men hildið verður, at menningin í Klaksvík síðani fríhandilin 1856, setti størri krøv til útbygging, men eisini skattligar, vinnuligar og umsitingarligar grundir hava verið fyri sundurskiljing. Men tað var ikki bara Vágs sókn (Klaksvík), ið vildi gerast leys av Norðoya Kommunu. Umsókn var eisini komin til løgtingið frá einum meiriluta av veljarunum í Kunoy, Mikladali og Húsa sókn um, at hesar vildu verða skildar sundur frá felags kommununi og skipast sum ein sjálvstøðug kommunal eind. Sostatt varð Norðoya Kommuna skild sundur í tríggjar kommunur í 1907: 1. Vágs sóknar kommuna, 2. Viðareiðis-, Fugloyar- og Svínoyar sóknar kommuna og 3. Kunoy, Mikladal og Húsa sóknar kommuna. Seinri fóru hesar so sundur í sjálvstøðugar eindir, og síðani 1930 hava bygdirnar á Kunoynni – Kunoy og Haraldssund – verið saman í einari kommunu. Kommunustýrislógin varð við ávisum broytingum galdandi til 1972, tá nýggj kommunulóg varð sett í gildi.
Kunoyggin er ein av teimum seks oyggjunum, vit nevna undir felagsheitið Norðuroyggjar. Navnafrøðiliga er hon nær skild við grannaoynna Kalsoy. Báðar bera navnið eftir tveimum drangum, ið hava staðið við norðurendan á oyggjunum. Kalsoy eftir Kallinum (Kallurin), sum hvarv í havið eftir ein høgættaródn 28. februar 1920, og Kunoy eftir Konuni (Konan), ein 66 m høgur drangur, ið stendur undir Kunoyarnakki.
Tríggjar bygdir hava, tað vit vita, verið á Kunoynni: Kunoy, Haraldssund og Skarð.
Kunoyggin er hægsta oyggj í Føroyum. Seks av teimum níggju hægstu fjøllinum í landinum finnst á Kunoynni, øll omanfyri 800 m høg.
Kunoy:
Kunoyggin er 64½ mørk. 32½ mørk hoyra til bygdina Kunoy, og er hetta øll vestursíðan. Hinar 32 merkurnar á eystursíðuni eru býttar ímillum Haraldssund, 16 merkur og Skarð, 16 merkur.
Bygdin og býlingarnir.
Bygdin Kunoy liggur á vestursíðan á Kunoynni. Hóast oyggin er 14 km long, er bara tann eini møguleikin fyri føstum búplássi á vestursíðuni, og har liggur bygdin á flatanum undir Skarðdali og Lítladali. Omanfyri dalarnir eru Lítlafjallið og Kúvingafjallið fyri norðan og Urðafjallið fyri sunnan. Ongar fornfrøðiligar kanningar eru gjørdar í Kunoy, ið kunna siga nakað um aldur á bygdini, men haldast má, at hon er bygd í landnámstíðini.
Tríggjar rættiliga stórar áir renna oman gjøgnum bygdina, Garðá, Myllá og Skarðdalsá, og tríggir býlingar hava verið frá fyrndini í bygdini, og liggja teir við hvør sína á. Suðuri í Bø, Heimi í Húsi og Norðuri í Húsi. Í 1737 eru tveir býlingar, Heimi í Húsi og Suðuri í Bø. Gamalt er, at Norð í Húsi skal vera triði býlingurin í Kunoy. Har skal fólk hava búð í gomlum døgum, men um ár 1700 doyr býlingurin út. Í 1825 búgva aftur fólk Norð í Húsi. Fólkateljingin í Føroyum í 1801 vísir, at í bygdini Kunoy búgva 13 familjur, sum telja tilsamans 64 fólk.
Í 1930´unum varð farið undir at gera ein uppdyrkingarveg í Kunoy. Hann gongur sunnan av Bø, niðan frá Garðá, framundir víðarlundini, har ein rættiliga stór brúgv varð gjørd um Myllá, og so norðureftir omanfyri bygdina, og omanaftur gongur hann í hin gamla vegin Norðuri í Húsi. Tað tók nakrar vetrar at gera vegin, og er hann nú uml. 1½ km til longdar.
Síðani vegasamband kom til bygdina, er stór útstykking gjørd í bygdini. Hendan útstykkingin liggur sunnanfyri Garðánna, og omanfyri býlingin Suðuri á Bø, og eru fleiri nýggj hús bygd har, eins og grundstykkir eru tøk til framtíðar sethúsabygging.
Myndir
