Pauli í Kunoy
Jákup Andreasen :
Tá langabbi gamli Rosenmeyer Wolles (1864-1935) viltist
Jógvan Joensen, bóndi í Innistovu á Trøllanesi, fortaldi mær fyri nógvum árum síðan, at einaferð skuldi gamli Rosenmeyer í Uppistovu halda seg vera gandaðan. Hetta var, tá teir bygdu núverandi húsini í Innistovu, og tað var ein maður, sum nevndist Pauli í Kunoy, sum skipaði fyri.
Ein dagin um hásummarið fer Rosenmeyer úteftir við fleygastongini, og tá rópar Pauli eftir honum: „Síggj nú til, at tú ikki villist!“
Seinni um dagin køvdi hann av í mjørka, og tá Rosenmeyer var á veg heim, viltist hann og fann ikki aftur til hús. Tá mjørkin lætti nakað seinni út á dagin, sat hann langt uppi í brekkuni og sá beint oman í bygdina. Tá skuldi hann taka til, at Pauli í Kunoy dugdi meira enn at mæta sær.
Myndir
