Haraldssundssangurin
Haraldsunds bygd, tú so vøkur av øllum,
áir og bøur tey fevna um teg,
fjálgt er í bygdini við høgum fjøllum
verjir og vísir tær rættasta veg.
Haraldsundsmenn eru sterkir og djarvir,
sjómenn og bóndur er heilt teirra verð.
Fosturlandskærleiki er teirra arvur,
gloymdu ei móðurjørð, dýrgripur er.
Fylgdu væl við, hvat foreldrini gjørdu,
altíð tey stríddust, eg siga skal tær.
Fiskin so nógvan til landið teir førdu.
Takkarsong hoyrdist, tá heimaftur bar.
Kunoyggin vøkur, sum norðoyggjar allar,
Haraldsund, Kunoy, er bygdirnar tvær.
Oyggin er heimskend, hon á okkum kallar,
langt strekkir Haraldsund, víða og hvar.
Skarðsbygd, hon fostraði Símun av Skarði,
hetja var Símun og skald burturav,
hansara skaldskapur, tykkara varði,
lívsmynstur gjørdi, hann tykkum tað gav.
Kvinnur og menn teirra, settu ein varða.
Til gaman og álvara bygdu teir eitt hús.
Hugna tey gomlu og børnini læra,
saman at vera, tey eru øll fús.
Haraldsunds bygd, vit teg elska og æra,
tú ert vár stoltleiki, vita skalt tú.
Gott er at vit kunnu koma og fara,
Haraldsund, okkara bústaður nú.
Kavaklødd fjøllini væl um teg fevna,
sólin sum reyðagull skínur á vág.
Fjallið til fjøru, tit væl hava evnað,
tikið við læru væl forfedrum frá.
Hygg út á havið, tá sólin fer niður,
koparreyð fjøllini standa á rað.
Dalur er blásvartur, lívið er friður.
Ríkiligt fekst tú, um tað sum tú bað.
Oda Samuelsen yrkti handan sangin til lagið,: Føroyingar landsmenn. Seinni hava Árni og Marner sungið sangin inn við einum nýggjum lagi.
Sigga Heinesen :
Ja, minnist væl tá Oda yrkti handan, eg skrivaði hann inn á telduna fyri hana, og vildi hon hava sangin á eitt hefti sum hon vildi, skuldi liggja í bygdarhúsinum í Haraldssundi. Tey baði Ingolf og hon hildu so nógv av Kunoynni. Suðuroyarjóhan og Maria við børnum, fluttu til Haraldssundar undir krígnum.
Myndir
