Føroya Fólkaháskúli

Fólkaháskúlin í Rødding
F. Richardt. Litografi eftir A. Nay. Em Bærentsen Co
Eitt av teimum mongu rákunum, ið komu til Føroya um aldaskiftið 1900, var háskúlatankin.

Tann fyrsti fólkaháskúlin í Danmark kom í 1844 í Rødding, og fleiri komu honum á baki. Tað var danski presturin og skaldið N.F.S. Grundtvig, sum var maðurin aftanfyri háskúlatankan. Hann vildi hava ein skúla, har tað talaða orðið skuldi læra fólk at verða virknar og upplýstar borgarar í samfelagnum. Háskúlarnir fingu stóran týdning í Danmark, og longu áðrenn 1900 høvdu eini 200 føroyingar verið á háskúla í Danmark, tað var serliga eftir, at sandoyarprestur Rudolf Jensen hevði gjørt sítt til at føroyingar, bæði menn og kvinnur fóru á háskúla í Danmark.

Háskúlahugsanin fekk eisini týdning fyri føroysku tjóðskaparrørsluna, og hildið varð, at ein fólkaháskúli í Føroyum kundi fáa stóran týdning. Teir báðir Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen settu á stovn ein føroyskan fólkaháskúla. Símun av Skarði var læraralærdur, og Rasmus Rasmussen var handverkari. Báðir fóru teir til Danmarkar á Vallekilde háskúla í tveir vetrar, og eftir tað fóru teir at eftirútbúgva seg til háskúlalærarar á Danmarks Lærerhøjskole. Komnir heim aftur fóru teir í 1899, stuðlaðir av konunum Sonnu av Skarði og Onnu Soffíu Rasmussen, undir fyrsta háskúlaskeiðið í fyribilshølum í Klaksvík.

Hildið varð, at best var, at ein háskúli lá fyri seg sjálvan í vakrari náttúru. Háskúlafólkini fingu loyvi at byggja hann í Føgrulíð á Borðoynni. Fleiri góð fólk stuðlaðu byggingini, og Rasmus, ið var handverkari, gjørdi stóran part av byggiarbeiðinum sjálvur. Í 1900 fluttu tey í nýggja skúlan í Føgrulíð. Her búðu so lærarafólkini og næmingarnir, men í 1909 vórðu húsini tikin niður og flutt til Havnar. Har hevur Føroya Fólkaháskúli verið síðan. Helst hevur skúlin ligið ov langt burtur frá dagligum lívi millum fólk.
 
FAGRALÍРDEIL

Fagralíð í 1900 og 2018
Ein dagin um várið, áðrenn vetrarskeiðið var endað, vóru teir báðir vestanfyri undir Hálsinum, og tá avgjørdu teir, at har skuldi skúlin standa, og staðurin varð sama dag nevndur Fagralíð. Ikki líkaði henda avgerð øllum vælvildarmonnum, men háskúlamenninir stóðu fastir við sína avgerð, og so varð farið til bøndurnar í Vági at biðja sær setur. Teir játtaðu allir; men í Vágshaga er ein ognarmørk, Akursmørk, og hon er smábýtt. Farið var til allar gyllinarmenninar. Teir játtaðu eisini. Nú kundi verða bygt, men um jørð skuldi verða keypt, mátti góðsstjórnin eisini játta. Ikki sýndu hesir embætismenn somu vælvild sum bygdarmenn og bøndur.
 
Hóast skúlin fekk almennan stuðul, og góð fólk stuðlaðu háskúlanum, so hevði háskúlin bert lítlan pening at ráða yvir. Miðskeiðis í 1920-árunum fingu næmingarnir heldur ongan stuðul, og tá vóru tað bert heilt fá, ið høvdu møguleika at fara á háskúlan. Skúlin helt tó fram og fekk stóran týdning fyri nógvar kvinnur og menn. Eitt skeið á háskúlanum var hjá nógvum fyrireiking at fara undir útbúgving. Hjá øðrum hevði ein vetur á háskúlanum fyrst og fremst týdning fyri teirra persónligu menning í lívinum.

Háskúlin var ein ítøkiligur partur av føroysku tjóðskaparrørsluni, og undirvísingarmálið á háskúlanum var frá byrjan føroyskt, meðan tað í fólkaskúlanum varð undirvíst á donskum. Næmingarnir lærdu nógv, sum teir ikki høvdu lært í fólkaskúlanum. Háskúlafólkini vóru mentafólk, sum gjørdu vart við seg í føroyska samfelagnum. Eitt nú hevur Símun av Skarði yrkt tjóðsangin Tú alfagra land mítt. Rasmus Rasmussen skrivaði ta fyrstu føroysku skaldsøguna Bábilstornið. Hann var eisini ein nógv virdur plantufrøðingur. Hann var tingmaður og var føroysku fagfeløgunum ein góður stuðul. Aftaná Símun av Skarði var Jóhannes av Skarði háskúlastjóri, umframt at vera lærari á háskúlanum, fekk hann stóran týdning sum orðabókamaður og sum fólkalívsgranskari. Háskúlin var soleiðis ikki bert háskúli, men eisini ein týðandi mentanardepil.
 

Sitat: Suni Merkistein og Hans Petur Hansen: O, móðurmál 2

Myndir