Útigudstænasta á Skarði

Tey, sum hava hug at fara til útigudstænastuna skulu møta í Haraldssundi.
Kunoyar Kommuna bjóðar morgunmat í bygdarhúsinum í Haraldssundi klokkan 9.
Marjun Lómaklett, prestur, hevur gudstænastuna á Skarði áleið klokkan 13.
Tað verður sum ein vanlig gudstænasta, men henda verður kanska nakað styttri, sigur prestur.
Tey, sum fara til Skarðs, fáa øll ein matpakka við.
Farið verður til gongu úr Haraldssundi klokkan 10.
Brandur Klettskarð í Kongsstovu verður ferðaleiðari.

Myndir