Formansrøða á flokstingi í Haraldssundi 26. mars 2011

Vit skulu víðka frælsið, mjækka gjáirnar, dýpa dygdirnar, hækka førleikarnar :
 
Góðu norðoyingar. Haraldssundsfólk. Kunoyingar. Ung sum eldri. Suðuroyingar. Sandoyggjafólk. Vágafólk. Norðstreymoyingar. Suðurstreymoyingar. Eysturoyingar. Akademikarar og verkafólk og alt harímillum. Café Latte-drekkarar og Niemeyer-ballarar Kvinnur og menn, sum vilja liva frælst við friði her í Føroyum. Við fólkaræði, javnrættindum og ymiskleika. Samanumtikið: Gott tjóðveldisfólk og góðu gestir.
 
Ein serlig heilsan til frænda okkara úr Íslandi, Steingrím J. Sigfússon. Formaður í Vinstri-grøna flokkinum og íslendskur fíggjarmálaráðharri, sum tók við eftir bankakreppuna, tá fólkið í Íslandi við áhaldandi mótmælum hevði kravt nýggja stjórn. Maðurin við helst truplasta og strævnasta starvi í heiminum í dag. Takk fyri, at tú vildi koma norðan úr Reykjavík til Haraldssunds at viðgera tengslið millum frælsi og búskaparliga endurreisn.
 
 Somuleiðis ein tøkk til tykkum í Norðoya Tjóðveldisfelag, skrivararnar í flokkinum, Áka og Fríðbjørg og øll onnur, sum hava lagt so stora orku i at skipa fyri hesum 63. Flokstingi Tjóðveldis.
 
Tá ið vit á fyrsta sinni halda floksting í Haraldssundi og á Kunoynni, er tað við stórari eyðmýkd mótvegis teirri sterku søgu og tí stóra magni, sum fólkið á hesari oyggj hevur skapað og givið okkum.
 
Vit verða bergtikin av hesi í miðal hægstu oyggj Føroya. Við Nakkinum, Havnartindi, Teigafjalli, Kúvingafjalli, Middagsfjalli, Urðafjalli, Skarðsgjónni, Galvinum. Vit gerast hugdjørv og bilsin av tí lívi, sum er livað, og tí lívi, sum er mist ímillum hesi fjøll og tindar. Og vit gerast errin av, at Kunoyggin av øllum oyggjum og plássum í Føroyum, hevur alið fram ta sterkastu frælsisstrembanina millum sítt fólk.
 
Tað er ikki ilt at ímynda sær, at fólkið í Kunoy og í Haraldssundi – og í síni tíð norðuri á Skarði – hevur havt orðini hjá Jóannes Patursson fyri sær:
 
Sjá hesi fjøll og tindar!
er hetta landið mítt?
Er hetta tað, sum fedrar várir nomu?
 
Á fólkaatkvøðuni 14. september 1946 atkvøddi Haraldssund 100% fyri loysing. Bert Koltur og Trøllanes megnaðu tað sama av øllum bygdum í Føroyum. Og taka vit Kunoyar bygd, so vóru 96% fyri loysing har heimi. Av øllum fólki, sum vóru á vali á Kunoynni, atkvøddu øll fyri loysing, uttan tvey sum atkvøddu fyri stjórnaruppskotinum – og ein varð ógildað. Úrslitið var 87-2. Ongin oyggj, ið hýsir fleiri bygdum kann vísa á slíka undirtøku.
 
Vit eru takksom fyri tað valið. Og fyri tað grundarlag, tit hava lagt undir Tjóðveldi. Her bitu ikki ræðumyndir og sundurlyndi á. Og tað ber helst til at siga um Haraldssundsfólk, at í eini bygd, sum hevur ein tann ringasta sólargangin í Føroyum og liggur í myrkri stóran part av degnum og árinum, har sóu Haraldssundsfólk ljósið…
 
Ongin tilvild er tó í tí. Av hesi oyggj er týdningarmikil partur av sjálvstýris- og tjóðskaparrørsluni sprottin. Í mun til fólkatalið kanska eisini eitt met fyri Kunoynna. Hiðani eru komin fróðarfólk. Kvinnur og menn, sum bóru Føroya Fólkaháskúla. Politikarar. Verkafólk. Vinnulívsfólk. Fakfelagsfólk. Bøndur. Framúr dugnaligir útróðrar- og fiskimenn. Alt fólk, sum hava havt markabrótandi týdning í føroyska samfelagnum. Bygdirnar í Kunoynni vóru eisini millum tær fyrstu at byggja sær elverk og vatnverk og løgdu dent á framburð og nýskapan.
 
At Haraldssund hevur verið framúr útróðrarbygd – frá Brimnesi til Dýrindal – hevur sambært søgnini eisini djúpar røtur. Rasmus í Haraldssundi var leysingabarn hjá Magnusi Heinasyni og festi her fyrst í 1600-talinum. Sambært søgn, so kom Rasmus einaferð í hóslag við eina huldukonu á veg úr Havn og norðureftir, tá hann setti upp á Mjóvanesi at meta um líkindini. Huldukonan bað hann gera sær ein beina, og afturfyri skuldu synir Rasmusar gerast dugnamenn. Og alt bendir á, at teir gjørdust tað og vóru serliga góðir útróðrarmenn.
 
Rasmus skuldi sambært søgn, ið Lucas Debes endurgevur, gerast 110-ára gamal – og hann gjørdist pápi seinastu ferð, tá hann var 103 ára gamalur!
 
So her er nógv gott í at breðga.
 
Men útróðurin og alt tað, sum havið gevur, hevur eisini tikið sítt og kravt síni størstu offur í hesi oyggj. Um góð tvey ár, eru hundrað ár liðin síðani tann stóra sorgar- og skaðadagin, tollaksmessudag í 1913. Tá gingu tríggir bátar burtur í Norðoyggjum. Ein úr Norðdepli, ein úr Kunoyar bygd og Skarðsbáturin av Skarði. Við Skarðsbátinum sjólótust allir teir 7 arbeiðsføru menninir, og eftir hetta fluttu fólkini av Skarði – tey flestu her til Haraldssunds. Í Kunoyar bygd fórst annar báturin av tveimum við øllum monnum.
 
Viderø skrivar á sínum serstaka máli um hendan skaðadag, har hann endurgevur frásøgn frá Niels Peturi, sum vaks upp í Kunoy og var við hinum kunoyarbátinum, ið vann upp land. Teir høvdu saman við Haraldssundsbátinum sæð Skarðsbátin farast:
 
“Vær komum fram hjá Skarðsbygd. Har var mikið brim. Har niðri á bakkanum sóum vær Jóhanes gamla og nakrar konur og nøkur børn. Tað neit oss í hjørtu vár. Vær vistum, hvat tey hugsaðu um. Men vær hildum áfram suður eftir og lendum í Haraldssundi. Haðan fór tá maður til Skarðs at bera teim sorgarboðini, sum innast inni vóru dómadagsboð yvir bygdina. Síðsti dagur hennar var komin. –
Veðrið blíðkaði og vær komum aftur at landi í Kunoy. Har tyrptist margt manna oman. Spurt varð eftir hinum bátinum. Ótti lýsti av øllum andlitum. Vær høvdum eingi góð tíðindi at bera. (…) Har vóru tuttugu trý børn, sum høvdu mist fedrar sínar. -”
 
Ilt er at fata hjá mínum ættarliði, at hetta eru minni enn 100 ár síðani. At vit hava kent fólk sum minnast hesar hendingar. Og at mong av okkara eldra ættarliði í dag, hava virkað undir somu lívsumstøðum og lívstreytum og gjørt sær somu royndir.
 
Hendan oyggin og havið hava aftur givið lív og vón. Og soleiðis sigur Kunoyggin okkum søguna um, hvussu hetta landið er bygt, og hvør hevur skapt alt tað ríkidømið og teir framúr møguleikar, sum eru givnir okkum í dag. Tað sigur okkum, at okkara framtíð er bygd undan føroyskum hondum og virðissett í høvdum og hjørtum hjá øllum okkara, sum hava livað og vilja liva og virka her. Hóast vit enn dagliga fáa at vita úr so mongum ættum, at vit ikki megna tað.
 
—-
 
Vit kunnu aftur í ár fylkjast um tjóðveldisstevnuna. Vit frøast um, at so mong tykkara hava staðið saman um flokkin og ment floksarbeiðið so leingi – hóast bakkøst og mótgang. Og gleðast um, at tað legst afturat við virknum fólki, nýggjum hugmyndum og ítøkiligum politiskum málum – sum vit fingu staðfest í gjárkvøldið við frálíkum uppleggum og hugskotum um bæði eldrapolitikk, ungdómspolitikk, útbúgvingarmál og umhvørvismál.
 
Vit vilja eisini við takksemi minnast tey, ið hava gingið undan okkum, og sum eru farin hiðani av fold, síðani vit seinast hittust í Vestmanna. Eg fari tí at biða okkum øll reisast eina løtu og senda okkara tankar til tey og teirra.
 
—–
 
Tað er nú minni enn eitt ár til løgtingsval. Tíbetur.
 
Og í tí árinum, sum er farið, síðani vit hittust seinast, hava vit havt høvi at skoða aftur. At skoða fram. Og at endurskoða – at seta okkum nýggj mál og kveikja nýggjar vónir.
 
Men hvussu skoða vit so tann felagsskapin, ið vit eru partur av? Hvussu skoða vit okkara lut í lokalsamfelagnum, í tjóðini og í heimssamfelagnum?
 
Velja vit at skoða, taka støðu og stríðast fyri at gera okkara áskoðan galdandi?
 
Ella velja vit at gerast áskoðarar í samfelagnum, og lata avgerðirnar, sum ávirka okkum øll, upp í hendurnar á øðrum?
 
Velja vit áskoðaraleiklutin og líkasæluna – ella vilja vit ávirkan og taka virknan lut í at skapa eina felags framtíð?
 
Hetta eru avgerandi spurningar hjá øllum og ikki minst hjá okkum í Tjóðveldi.
 
Í farna ári upplivdu vit, at helvtin av fíggjarmarknaðinum okkara varð settur undir umsiting. Millardir mistar hjá vanligum fólki og stór virðir skiftu hendur.
 
Størsta fiskivinnufyritøkan fór í skiftirættin.
 
Arbeiðsloysið er vaksið til nærum 8%.
 
Hetta var gylta høvið til endurskoðan. Vit kundu sagt, at nú endurskipa vit fiskivinnupolitikkin. Vit endurskoða allar lógir og krøv til okkara fíggjarmarknað.
 
Men politiski meirilutin valdi at gerast áskoðari. Valdi at lata onnur taka avgerðirnar fyri okkum.
 
Líkasælan breiðir seg allastaðni. Hóast ófatiliga mentanarliga skapan í farna í tónleiki, sjónleiki, myndlist og bókmentum, so tykist tað sum mentanarliga tjóðarbyggingin fjølmiðlunum, í stóran mun er endrtøka ella endurgeving av einum veruleika aðrastaðni frá. Tað átti ikki at verið neyðugt, tí tað útboðið er har kortini. Okkara verður ongantíð ein hóttan móti tí. Men ongin annað útboð ella amboð er at menna okkara mentan.
 
Hetta eru mál, ið ikki mugu gleppa okkum av hondum.
 
Men vit skulu ikki fella í fátt. Vit hava í veruleikanum framúr møguleikar at byggja á.
 
Vit mugu ganga á odda fyri at prógva, at vit hava í veruleikanum allar møguleikar, sum ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi.
 
Og tað skal ikki so nógv til, at skapa búskaparliga og vinnuliga endurreisn, um vit seta málini og hugsjónirnar aftur á dagsskránna.
 
Bara ein broyting í fiskivinnuni, sum vit hava skotið upp, kann gerast eitt veruligt lop fyri búskap, vinnu og arbeiðspláss.
 
—-
 
Eg fari ikki nýta stóra orku í dag til at finnast at sitandi samgongu og landsstýri. Øllum stendur greitt, at her er ongin politikkur at finnast at, ongin tekur við ábyrgd og ongin verður settur til svars. Her er bert talan um eina røð av einkultmálm, har hvør flokkur, hvørt landsstýrisfólk og hvørt tingfólk i samgonguni, berjist ein harðan dyst fyri at gera vart við seg sjálvan og taka frástøðu frá hinum. Øll eru í andstøðu í samgonguni. Orðadráttirnir í fjølmiðlunum eru millum samgongufólk innanhýsis og enntá landsstýrisfólk, sum javnan verða bjóðað í sjónvarps- og útvarpsstovu at lýsa grundleggjandi ósemjur um øll mál.
 
Tað nýggjasta er, at ein landsstýriskvinna er í andstøðu til sítt egna uppskot og til sín sjálvs. Kallar sítt egna uppskot eina “ballón”. Og ein partamaður hennara boðar alment frá, at tey hava eina samgongu, men tíverri er landsstýrið ikki partur av henni.
 
Hetta er í veruleikanum als onki stuttligt, tí í veruleikanum er hendan farsan ein tragedia fyri alla okkara politisku skipan og fólkaræði.
 
Mín boðskapur er tí sjálvandi greiður til løgmann og samgonguflokkarnar:
 
Onkur tykkara má vísa so frægt av ábyrgd, at tit steðga hesum nú. Skriva út valið, og lat so allar flokkar føra valstríð á jøvnum føti. Hetta hevur alt ov leingi verið eitt innanhýsis valstríð millum samgongufólk við landsstýrissessum sum atgongd til fjølmiðlarnar við politiskum ballónum.
 
Tit hava øll merkt avleiðingarnar fyri Tjóðveldi av støðuni á politiska pallinum: Allir politikarar verða koyrdir í sama pott. Teir veruligu andstøðuflokkarnir verða skírdir grenj – og samgonguflokkar og fjølmiðlar endurtaka grundarleyst, at tað finst onki alternativ til teirra. Og byrja ístaðin at føra seg fram sum alternativ til sín sjálvs og til tær politiskt skeivu avgerðir, ið teir sjálvir hava tikið.
 
Vit mugu ikki lata okkum draga niður av hesum. Ístaðin mugu vit viðgera frítt á hesum flokstingi, hvussu vit koma burturúr teimum spjøldrunum og fordómunum, ið verða hongd á okkum. 
 
Jens Pauli Heinesen skrivaði sjónleikin um Anniku í Dímun: “Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi”. Vit kenna tað ofta so. “Hvønn fordómin skulu vit fara úr, veljarar”. Tí vit mugu ásanna, at tað hongur eftir – ikki minst á undirritaða.
 
Vit mugu eisini tora at finnast okkum sjálvum og viðgera, hvussu vit venda gongdini og við sjálvsáliti leggja okkara politikk, hugsjónir og ítøkiligu uppskot fram.
 
—-
 
Í hesum brátt farna valskeiði, hevur Tjóðveldi gjørt og lagt fram meira enn 100 ítøkilig uppskot. Tey fevna um alt frá greiðum mentanarpolitiskum málum, at basa arbeiðsloysi og ungdómsarbeiðsloysi, sosialpolitisk átøk fyri veikastu samfelagsbólkarnar, umhvørvismál og orkumál, útbúgving og gransking, alternativar eldraíbúðir, kommunumál, íløguætlanir, grundleggjandi fiskivinnupolitiskar broytingar, átøk mótvegis fíggjarmarknaðinum, at javnseta økini í landinum, náttúruvernd og mangt annað.
 
Hartil hevur Tjóðveldi tikið ábyrgd í øllum málum, har vit hava havt møguleika at gera semjur og fáa ávirkan, uttan at sleppa okkara hugsjónum og málum.
 
Vit hava stak dugnalig og arbeiðsom tingfólk.
 
Hesum skulu vit vera errin av og ikki lata frustrasjónir yvir fjølmiðlar og andsstøðusamgonguna taka orkuna og bjartskygnið frá okkum.
 
Tað finst í veruleikanum onki alternativ til Tjóðveldi, um tann politiska tómgongdin og líkasælan skal vendast.
 
Fólk vita hvat tey hava í dag. Tað hevur so ofta verið grundgevingin fyri at velja sambandsflokkarnar í ABC.
 
Ja, fólk hava sanniliga fingið at vita, hvat tey hava í dag. Og tí skulu tit sjálvandi velja Tjóðveldi. Annars fáa tit bara meira av tí sama.
 
—-
 
Nú upp undir valið, tykist samgongan at vilja skunda ein rúgvu av sonevndum reformum ígjøgnum.
 
Hetta er harmiligt, tí Tjóðveldið hevur tikið lut í nógvum týdningarmiklum arbeiði, sm nú knappliga gerst valfepur og partapolitiskt fintarí.
 
Tað sama er galdandi við stjórnarskipanini, har tað tykist sum at samgonguflokkarnir vilja laga seg til krøvini, sum danski forsætisráðharrin, løgmaður og onnur settu fram síðsta summmar.
 
Tí er neyðugt, at vit i Tjóðveldi nú ikki missa málini og grundarlagið av hondum í einum spæli, har valstríð valdar.
 
—–
 
Vit skulu hava neista og glóð aftur í føroyskan politikk við Tjóðveldinum í leiðsluni, og tey stóru málini skorta ikki.
 
Men Tjóðveldi skal rita í stein, at vit fara beinanvegin undir at fremja ítøkilig mál, ið kunnu skapa álit og virðing aftur fyri føroyskum fólkaræði og politikki. Mál, sum hava beinleiðis týdning fyri fólk og vinnulív – fyri øll, sum vilja virka og liva her.
 
Vit skulu hava skil í egnum húsi og broyta tær fastløstu skipanirnar, ið taka áræðið burtur frá fólki og vinnu:
 
–          Upprudding í almennu fyrisitingini. Vit krevja eina óspilta fyrisiting, har brot á rættartrygdina fáa avleiðingar beinanvegin, og har bygnaðurin verður endurskoðaður frá grundini.
 
–          Politiska útlutingin av tilfeingi og vinnurættindum verður steðgað. Allar vinnur skulu hava javnar kappingartreytir og fiskirættindi bjóðast út.
 
–          Fíggingar- og rentukostnaður skal minkast fyri vinnu og húsarhald. Realkredittur, Húsalánsgrunnur, lóggáva viðvíkjandi peningastovnunum og onnur átøk skulu fremjast til tess at minka um dýra kostnaðarstøðið.
 
–          Skatta- og avgjaldsskipanirnar skulu endurskoðast. Vaksandi gjøld hava seinastu árini hækkað um skattatrýstið á flestu húsarhald og vinnur og skapa djúpri gjáir millum samfelagsbólkar.
 
–          Føroyskur førleiki skal mennast. Íløgur og politisk átøk skulu vigast eftir, um tey menna føroyskan førleika og kappingarførið hjá føroyskum fyritøkum.
 
–          Gjáirnar millum samfelagsbólkar og økir í landinum, skulu smalkast. Kommunurnar mugu nú leggjast saman, so vit fá økir í landinum, sum kunnu kappast í rímiligari javnvág. Samstundis má kommunuskattur og landsskattur endurskoðast.
 
Vit hava sett frælsi og búskaparliga endurreisn sum høvuðsevni fyri hetta floksting okkara.
 
Orsøkin er, at fyri okkum hanga hesi málini óloysiliga saman. Okkara gestarøðarar fara at viðgera evnið seinni í dag, men eg skal stutt nema við hugsjónarliga grundarlagið hjá Tjóðveldi.
 
Vit hava so ofta hoyrt hetta, at fólk siga: “Júmen, vit eru jú fræls, og frælsið hjá mær er nakað heilt annað enn títt”. Vit hava somuleiðis hoyrt flokkar sum siga, at teir stríðast fyri”lívfrælsinum” hjá tí einstaka og ikki einum háfloygdum hugtaki um “tjóðarfrælsi”, sum teir vilja verða við, skerjir persónliga lívsfrælsið. Harafturat hava vit so javnan hoyrt aðrar flokkar siga, at búskaparligt ella fíggjarligt frælsi fyrst og síðani politiskt frælsi.
 
Men tjóðveldishugsjónin byggir á, at vit sjálv taka avgerðirnar og ábyrgdina av okkara gerðum. Vit síggja ikki frælsi, sum tað at sleppa frá nøkrum, men sum frælsi til at velja og vraka – og taka avleiðingarnar av tí.
 
Upp ímóti hesum síggja vit uppáhaldið um, at frælsi er at sleppa undan at taka avgerðir og lata onnur gera av, hvat er best fyri okkum. At dúva uppá vælvildina og skilið hjá øðrum – og harvið eisini sleppa undan ábyrgdini fyri tí, sum ávirkar okkara liv og framtíð.
 
Hvat merkir tað ítøkiliga? Vit kunnu tildømis hyggja at royndunum við bankum og fíggjarstovnum í Føroyum. Hevur tað skapt persónligt lívsfrælsi, at vit ferð eftir ferð hava latið onnur taka avgerðirnar og ábyrgdina av fíggjarliga bygnaðinum í Føroyum? Er tað frælsi og skapar tað menning at standa sum áskoðari til afturvendandi fíggjarkreppurnar í Føroyum, har milliardavirði verða mist og skifta hendur, og ongin verður kravdur til svars? 
 
Fyri Tjóðveldi er frælsishugtakið eisini bygt á samhaldsfesti og javnrættindi í einum demokratiskum felagsskapi. Skilt á tann hátt, at vit siga ikki sum borgarligu flokkarnir, at frælsið hjá einstaklinginum at stremba eftir egnum vinningi, kemur fram um frælsið hjá øllum og skapar fortreytirnar hjá øllum hinum. Hinvegin byggja vit á ta fatan, at bert við at skipa javnrættindi og somu møguleikar, verður frælsið hjá einstaklinginum eisini tryggjað.
 
Ítøkiliga merkir tað, at uttan tildømis somu útbúgvingarmøguleikar, sama rætt at brúka infrakervið ella fáa heilsubót og somu vinnumøguleikar, verður frælsið hjá eisini tí sterkasta einstaklinginum burtur at enda.
 
Og fyri Tjóðveldið er politiskt frælsi og fólkaræði ein høvuðsfortreyt fyri veruligum fíggjarligum og búskaparligum frælsi.
 
Dømini um tað eru óteljandi í heimssøguni. Hvat land, hvør stætt ella hvør samfelagsbólkur hevur ment seg búskaparliga, uttan at hava politisk rættindi at taka avgerðir ella ávirka sínar umstøður?
 
Og hvussu hevur verið í Føroyum? Eru tað ikki tey politisku og fólkaræðisligu stigini, ið hava broytt alt grundarlagið fyri búskaparligari menning og frælsi? Tað var við politiskum trýsti, at tað loksins eydnaðist at taka av Kongliga Einahandalin fyri góðum 155 árum síðani. Hvat um vit tá høvdu sagt: Nei, vit skulu royna at menna okkum innanfyri skipanina hjá Kongliga Einahandlinum? Vit mugu fyrst gerast búskaparliga og fíggjarliga fræls? At byggja vegir í Føroyum? Nei, tað bar ikki til, tí vit vóru ov smá og fyrst skuldu vit vera rík. Ella at berjast fyri egnum sjómarki og undigrund? Nei, tað var onki vert – og fyrst máttu vit leggja alt um, um vit skuldu kunna gera nakað.
 
Hetta merkir ikki, at vit so bara skulu seta okkum upp afturá og siga, at vit kunnu onki gera, fyrrenn fult politiskt frælsi er vunnið. Tað hevur Tjóðveldið heldur ongantíð gjørt. Men tað sigur okkum, at vit mugu ongantíð sleppa málinum ella sleppa teimum rættindum, sum vit ongantíð hava givið frá okkum.
 
Eftir okkara tykki, er hendan frælsishugsjónin, fortreytin fyri tí búskaparligu endurreisn, sum skal fremjast nú.
 
—-
 
 
 
 
Hesar lívstreytir sum fólkið í Kunoynni, í Føroyum, í Íslandi og so manga aðrastaðni við hevur kent so dygt, tá náttúrukreftirnar bráddliga oyða lív og heil samfeløg, eru tíverri ikki søgulig fyribrigdi, sum nútímans tøkni og framburður hava vunnið á. Tað hava vit helst havt lyndi til at halda.
 
Men vit eiga at kunna ímynda okkum tann sorgarleik, ið japanska fólkið stendur í nú. Og sum fólkið í Indonesia, Haiti, New Orleans, Kuba, Madeira, Avstralia og mong onnur hava verið fyri undanfarnu árini.
 
Flóðaldan í Japan, er ikki bert dømi um, at nútímans tøknin og orknýtslan ikki hevur tamt náttúrukreftirnar. Tær vísa, at náttúrukreftirnar eisini kunnu útloysa uppaftur størri vandar úr teirri tøkni, sum summi vilja vera við bert er til menniskjunnar gagn. Í hesum føri kjarnorkan.
 
Á sama hátt hava vit sæð oljudálkingina í meksikanska golfinum, har tøknin sveik og vendist til ógvusliga hóttan móti lívi og vøkstri.
 
Summi av hesum náttúrulopum, eru neyvan gjørlig at verja seg ímóti. Men tað, sum er skapt av mannaávum, ber til at broyta og fyribyrgja. Og heimsins fatan og tilbúgving mótvegis náttúrufyribrigdunum, orkukeldunum, dálkingini, veðurlagsbroytingunum og møguleikunum, fer at standa fyri stórum broytingum komandi áratíggjuni.
 
Vit, sum liggja í miðjum Norðuratlantshavi, hava á mangan hátt framíhjárættindi í hesi gongd. Vit hava verið noydd at laga okkum til og sterkar og skiftandi náttúrukreftir. Og vit eiga at hava góðar møguleikar at gagnnýta náttúrunnar mongu orku- og tilfeingiskeldur, uttan at halda, at vit fyrilitarleyst kunnu tøma og temja tær í stuttskygdum vinningi.
 
Tað hava vit ikki megnað enn, og hetta er enn sum áður okkara stóra avbjóðing.  
 
—–
 
Í heiminum í dag síggja vit eisini so mong onnur dømir um, hvussu skjótt og knappliga tað kann riða undan tí, sum hevur verið hildið sjálvsagt og óbroytandi.
 
Hvør hevði trúð, at fólk í Miðeystri og í Norðurafrika fóru at bróta tað vald, sum einaræðisráðharrar hava gøllhildið um? Við vápnum, peningi frá oljufeløgum og øðrum stórfyritøkum og avtalum við vesturheimin sum grundarlagi Við at skerja bæði politiska, persónliga og fíggjarliga frælsið hjá øllum fólkinum.
 
Valdið í hesum londum hevur dúvað uppá ta sannroynd, at ein savnaður og fíggjarliga sterkur minniluti vinnur á einum spjaddum meiriluta, sum ikki hevur rødd. Men eitt lítið glopp og ein møguleiki at samskifta beinleiðis mótvegis umheiminum og hvørjum øðrum, kann eftir stuttari tíð savna ein meiriluta, ið ikki kann berjast niður.
 
Jóanes Nielsen yrkir um, hvat hendir “niðri í ókendum gosfjøllum”. Og krøvini um frælsi og fólkaræði fara uttan iva at spríkja fram nógva staðni afturat. Avgerandi í hesi gongd verður, um tað eydnast at vinna veruligt politisk frælsi og ígjøgnum tað at skapa búskaparligt frælsi og búskaparliga endurreisn i londunum. Tað kann skjótt koppa hin vegin: At meirilutin álast sundur aftur á nakrar sterkar og stríðandi minnilutar. Og her verða aðrar atgerðir hjá vesturheiminum væl meiri avgerandi enn at brúka hermegi. Vilja vit lata marknaðirnar upp – ella verða tað aftur stórfyritøkurnar, oljuídnaðurin og vápnaídnaðurin, ið seta treytirnar og gera avtalur við nýggjar valdsharrar.
 
—-      
 Og her liggja vit mitt í sjónum. Við einum ovurstórum og ríkum náttúrutilfeingi, og við eini mentan, ið hevur prógvað, at hon kann skapa varðandi virðir og støðugt endurskapa seg.
 
Allur heimurin noyðist at ganga aðrar og nýggjar leiðir. Og vit eiga nú at skipa okkum frælst og ganga á odda fyri at skapa eitt samfelag og ein búskap, ið er bygdur á varðandi virðir. Á samhaldsfesti og felagsskap og fjølbroytni.
 
Á burðardygd, náttúruvernd og varðandi orkukeldur og eina grundleggjandi broyting í fiskivinnuni. Og vit skulu nú dubba okkum miðvíst við stórum íløgur í útbúgving, gransking og mentan. Tí tey eru fortreytin fyri, at vit støðugt kunnu skapa og endurskapa varðandi virðir.
 
Vit eru ikki smá og fá. Okkara landa- og sjóøki er millum heimsins størstu í mun til fólkatalið. Og vit eru ikki bara 50.000 føroyingar. Vit eru helst 90.000 – øll hava bara ikki bústað her beint í løtuni, men tað kunnu tey fáa. Bæði tey og onnur av heimsins mongu íbúgvum eru møguligir grannar hjá okkum í framtíðini í styttri ella longri tíðarskeið og kunnu skapa varðandi virðir her.
 
Og vit eiga at hava gott áræði. Tí eitt fólk, ið megnar at koma so mikið væl burturúr tí politisku vanstýring, vit hava havt seinastu árini, er eitt sera sterkt fólk sum kann megna alt. Hugsið tykkum, hvat vit so kunnu gera, tá vit aftur fara at seta mál.
 
Lat meg enda broti úr yrking eftir Símun av Skarði. Ein av fremstu fróðarmonnunum her av oynni:
 
Vit tveita nú burtur alt smáligt kjak
og fylkjast við treysti í barmi,
tí væl er tað vert nú eitt ódnartak
at bjarga tær, land várt, úr harmi.
Um máttur tykist tær lítil um stund,
minst til at vit finnast fleiri á fund.
 
- onnur innlegg
Hjálparpakka fyri vanlig fólk
Nær hevur danskur uttanríkispolitikkur verið ein fyrimunur fyri Føroyar?
Gjáarkappin Jógvan á Fløtti sløkt motorin – Jógvani Nónsgjógv til minnis
Ingrið sáddi sjálvsvirðing og sjálvsálit
Óhugnin økist í hvørjum í Føroyum
Dundrandi korrupt
Ááá… denn deiligi 14. septembur!
Helst ein stavivilla, Jørgen: Tit eru ein avreiðingarsamgonga
Løgmaður niðurger føroyingar og falsar søguna
Valdsmisnýtsla gagnar altíð teimum sterkastu – ikki øðrum
Hans í Líðini farin í annan sjógv at rógva
Formansrøða á flokstingum 2021
Tað, ið ongin hevði trúð… – tað ber til!
TIL LUKKU KRISTINA
Hvar høvdu vit verið uttan úrslitið á fólkaatkvøðuni 14. september?
Føroya Tele, veruleikin og politiska gruggið
Høgni spyr um Atlantsflog
Bara vit, fólkið í Føroyum, skulu taka avgerðirnar um hernaðarmál í okkara landi
So óseriøsur er fíggjarmálaráðharrin um Atlantsflog
Jørgen Niclasen háðar starvsfólkini hjá Atlantsflogi

Myndir