Úr Leirvík til Kunoyar

Birting 2001 :

Úr Leirvík til Kunoyar um aldarskiftið.

Hetta er eitt summarið fyrst í 20. øld. Ein maður úr Kunoy hevur verið ørindi í Havn og er nú á ferð norður aftur. Úr Havn var oftast leiðin við báti inn á Skálafjørðin, helst á Søldarfjørð. Gingið varð síðan til Gøtu, og haðani um Leirvíksfjall til Leirvíkar. Hesin kunoyingurin er nú komin til Leirvíkar, og sum vanligt var norðoyingum, biður hann sær bát úr Leirvík til Kunoyar. Hann fær ein ungan raskan leirvíking at koma við sær við fýramannafari til Kunoyar. teir rógva fyrst hvør við tveimum árum út við landinum. Men so mælir kunoyingurin til, at teir rógva hvør við einari ár, og hetta verður so gjørt. Leirvíkingurin situr á toftini í stýriborð, kunoyingurin í miðrúminum í bakborð, og av tí at hann sat aftari í bátinum, hevði hann betri tak á bátinum. Teir rógva so hvør við síni ár, og tað verður til kappróður innanborða. Leirvíkingurin sær, at kunoyingurin leggur alla megi til, so báturin viðhvørt er um at fara á land eystureftir. Men tá ið teir eru komnir væl leysir av Kalsoyargalvi, verður leirvíkingurin noyddur at taka reiðiliga til sín fyri at benda stavnhaldið norðurá. teir Kapprógva allan vegin báðir, og leirvíkingurin roynir at miða móti Kunoyar bygd. Orð varð ikki talað innanborða fyrr enn teir leggja at einum tanga sunnanfyri Kunoyar bygd. Tá reisir kunoyingurin seg, stígur fram í tofturúmið, leggur hondina á økslina á leirvíkinginum og sigur ! Tú er ein lúshundur " og við hesum orðum fer hann úr bátinum.

Leirvíkingurin leggur síðani frá aftur heldur illa við og rør aftur til Leirvíkar. Tá ið komið var nakað út á heystið hetta sama árið, fær leirvíkingurin sendandi eitt framúr gott veðurlamb frá kunoyinginum.

Myndir