Flogsamband
Tað var soleiðis, at tá minnisvarðin varð avdúkaður 14. august í 2013, so hevði nevndin gjørt avtalu við tyrludeildina, um at flúgva nakrar túrur norður til Skarðs hendan dagin.
Tað var ein listi gjørdur og tey sum komu á hendan listan, vóru eldri fólk og annars fólk, sum ikki vóru so væl fyri. Hesi fingu so møguleikan og fleiri tóku av hesum møguleikanum. Tyrlan setti seg nakað norðanvert grundirnar niðan móti garðinum og hetta gekk væl. Hendan dagin vóru umleið 600 fólk á Skarði og tað er einki at ivast í, at so nógv fólk hava ikki verið á Skarði samstundis áður.
Tað vóru fólk í øllum aldri, líka frá børnum, sum vóru nakrar mánaðar gomul og fólk sum vóru upp ímóti 90 árum.
Tað var Páll Klettskarð, sum avdúkaði minnisvarðan.
Myndir


