Heimbygd mín

Anna K. Joensen á Skarði hevur skrivað hetta :

Anna kom úr Kongsstovuni og var systir til Símun Joensen, sum vaks upp Har Suðuri í Haraldssundi og Jákup Joensen, Jákup í Kongsstovu, ella eisini nevndur Jákup á Skarði.

Hon skrivaði hetta, tá hon gekk á háskúla.

Heimbygd mín.

 

Heimbygd mín var á Skarði, sum er eystantil á Kunoy, hon er ein frálýka vøkur bygd við fimm stórum dølum, og tá ein so um summarið gongur út í dalarnar, er har ein sovorðin vakurleiki sum nakar kann hugsa sær til. Har eru heiðafuglar sum flúgva kring yvur høvdi, og tá ein so hyggur rundan um seg niðri á jørðini, eru reiðrini so tøtt við eggum í ; tað eru ymisk sløg av fuglum sum eiga har, men tað mesta er likka, hon er tó so ung har á plássinum, og tey gomlu kunnu væl minnast, tað fyrsta likkuparið og so skjótt hevur hon nørst at nú er ein hópur at síggja av teimum, tær eiga í tí norðasta dalinum, sum eitur Ytstidalur.

Bakkin er ógvuliga høvur har, beint norðanfyri húsini er eitt stað, sum vit kalla norður í Byrgi, og um veturin, tá ið brimið leikar av tí mesta,  tað so hugtakandi at liggja har norðuri og síggja beint niður fyri tað bratta bergið, hvussu aldurnar koma inneftir fylgjandi og so bróta beint upp fyri. Bøurin er ógvuliga frugtbarur helst er tað epli og røtur har vaksa, men kornið har aftur ímóti búnaðist ikki, og tað var av teirri orsøk, at sólskinið var ovlítið. Fyri uttan bøin er tað hagin, sum liggur rundan um, hann er frálíka góður bæði fyri neyt og seyð, so at neytini vóru ógvuliga feit og seyðurin ikki minni; tað eru 16 merkur í jørð sum liggja til plássið, men av hesum er nakað uttanbíggjajørð og sum eg ikki dugi at greiða frá. Í 1913 skeddi hin stóra vanlukkan, sum øllum er kunnugt, tað var ein ringur standur ... har tá, nøkur ár eftir tað rýmdu øll haðani; men hvar eg so fari um í verðini so komi eg ikki at fagna so væl sum í heimbygd míni, har vildi eg bæði livað og doyð; hennara vakurleiki kann eg ikki meta við nakað sum eg havi sæð og sum eg ikki vænti mær at síggja.

 

Skriva hevur Anna K Joensen á Skarði

Myndir