Plátan á Nakkinum

Minnisplátan norðuri á Nakkinum.

Tað var á sumri í 1972, at hesir fýra mennirnir settu plátuna uppi á Nakkinum.

Tað vóru hesir : Jens Juel Sólbjørg, Jóhan Purkhús, Símun Petur Rasmussen og Páll Klettskarð.

Á plátuni stendur :

Áðrenn fjøllini vórðu til, og tú skapti jørðina og jarðarríki, ja, frá ævunum til ævirnar, ert tú Gud ! Sálm XC 11

Tann kraft var ikki kørg, sum bygdi tey í forðum. Ja, handaverk tíni, tey lova tær øll.

Hetta minni veri vígt skaparanum av Føroya vøkru náttúru.

Á sumri : MCMLXX11

Jens Juel Sólbjørg, Páll Klettskarð, Jóhan Purkhús, Símun Petur Rasmussen

 

 

Myndir