Olevina Klettskarð, Hjørdis og Brynhild

Olevina Klettskarð giftist við Karl Klettskarð og fingu tey eftirnavnið Klettskarð, tá tey giftust í 1934. Olevina kom av Gørðum í Haraldssundi.

Tey fingu 3 børn :

1 ) Hjørdis Johanna Marita Klettskarð, fødd 26. desember í 1934 og deyð 1. mars í 2021. Hon var gift við Petur Juel Isaksen, føddur í 1933 í Klaksvík.

Tey búsettust í Víkunum í Klaksvík.

2 ) Brynhild Ásla Eilín, fødd 7. januar í 1937 og deyð 19. apríl 2021. Hon var gift við Holgar Poulsen, føddur 16. februar í 1934 á Viðareiði.  Holgar doyði 22. februar í 2024.

Tey búsettust uppi á Brekku í Klaksvík.

3 ) Páll Pætur Sjúrður, føddur 2. februar í 1940 og deyður 13. juni í 2021. Hann giftist við Edith Jenny Selma Stenberg, fødd 24. august 1941. Hon var úr Porkeri. Tey búsettust í Haraldssundi og fluttu tey inn til foreldrini hjá Pálli.

 

 

Myndir