Magnus Sivert og konan
Magnus Sivert Simonsen úr húsinum har Suðuri í Haraldssundi, giftist 1889 við Onnu Sofíu Joensen, suður í Stovu í Kunoy, Sama ár tann 18 august fara tey til Hoyvíkar at vera uppsitarar á embætismannagarði. Í 1892 flyta tey til Havnar. Magnus Sivert var kendur fyri at vera sera hegnigur, og hettar sæst eisini aftur í Haraldssundi. Hann hevur nevniliga gjørt fleiri brýr har norðuri. Eina gjørdi hann bert 21 ára gamal í 1880, og hon stendur uppi enn.
Myndir
