Medicus Gamli

Báturin er bygdur í Vestmanna í 1925. Tað var Jógvan Hansen ( í Skálum ) sum bygdi bátin. Hann fekk navnið Tordenskjold.

Hesin var læknabátur í Norðoyggjum :

Contriv Radio setti ein Marconi Radara í hann í 1962.

Heini Olsen var skipari og Petur í Horni maskinmeistari.

Hans Arni Olsen sigur soleiðis :

Fyri 63 árum síðani bleiv eg førdur um Múlan á náttartíð við Medicus. Halvorsen lækni var sjálvur norður við. Hann var einsamallur lækni tá. Ein maður við ábyrgdarkenslu. Haldi at eg kann siga, at hann eigur lívið í mær.

Myndir