Rasmus á Háskúlanum deyður
Í hesum døgum eru liðin 40 ár síðani Rasmus Rasmussen, ella Rasmus á Háskúlanum, doyði. 6. oktober í 1962 skrivaði Heðin Brú minningargrein í Sosialinum: » ? Vit minnast hann, háskulalæraran. Kønur og nærlagdur gloppaði hann dyrnar fyri næmingum inn til náttúrunar undursama heim, so vit eru mong, sum av hansara læru eru stuðlað til at leita meira kunnleika«, skrivaði hann m. a.:
Sosialurin hevur á forsíðuni 6. oktober 1962 minningargrein um Rasmus Rasmussen. Skrivað greinina hevur Heðin Brú, sum sjálvur var næmingur á Háskúlanum í 1919-20, og vit lata honum orðið:
»So fór hann yvirum, ikki óvæntað ? 91 ár og nógv fallin av tey síðstu árini; men nú vit hoyra deyðsboðini, kenna vit tómt uttan um okkum. Hann, háskúlalærarin, vitskapsmaðurin, rithøv-undurin, munaði so nógv ímillum okkum, rakk so nógvum av tí, vit hava um hendur her í Føroyum, at nú kennist oyði á rókini.
Honum var langt lív lagað ? og arbeiðssamt. Tað er ikki lítið, hann hevur lagt úr hondum, tað rúgvar nógv í fólksins andliga arvi. Hann stovnaði saman við símuni av Skarði Føroya Fólkaháskúla, hann skrivaði fyrstu skaldsøgu í Føroyum, hann skrivaði smásøgur, eitt nú savnið »Glámlýsi«, hann týddi skaldskap og søgu til føroyskt mál. Bókin »Sær er siður á landi« er upprunaheimurin í Miðvági. Bóndasonurin skrivar um bygdalívið. Greitt, fyndugt, trúfast.
? Her var tað rótin rann; vit kenna, hvussu hann livur við í tí, hann sigur frá. Vit minnast hann, háskúlalæraran. Kønur og nærlagdur gloppaði hann dyrnar fyri næmingum inn til náttúrunar undursama heim, so vit eru mong, sum av hansara læru eru stuðlað til at leita meira kunnleika. Og vitskapsmaður var hann, fyrst og fremst í plantufrøði; skrivaði »Plantulæru« »Føroya Floru«, »Føroysk Plantunøvn« og nógvar aðrar ritgerðir um hetta evni.
Hesi arbeiði bóru hansara navn langt út um Føroya landamark. Út yvir hetta hevði hann eisini tíð til bæði at gera eitt gott arbeiði á Føroya Løgtingi, og eitt gott slóðbrótandi arbeiði fyri Føroya Fiskimannafelag, bæði við munni og penni.
Eitt risa arbeiði. Og ikki hevur hansara lív verið bara gleimur. Stór hevur mótstøðan mangan verið í hansara arbeiði. Vit hugsa serliga um háskúlan alla ta fyrstu tíðina. Hartil tungar persónligar sorgir, elvdar av sjúku, sum tóku konu og børn undan liðini á honum. Men andsterkur sum hann var, bar hann alt, og megnaði hóast alt hetta at liva lívið upp í ellisár og vinna sær eitt lívssamlljóð, so vit, ið kendu hann, undraðust.
Takk, Rasmus, fyri alt, tú gav okkum, bæði við tí arbeiði tú legði frá tær og tí stóra fyridømi, tú var okkum, tá ið harðast leiðai á.«
Heðin Brú
??????????????
Fakta um Rasmus
Rasmus Rasmussen var føddur í Miðvági 13. august í 1872. Hann var sonur Johs. Rasmussen, kongsbónda, og Atu Rasmussen, fødd Haraldsdatter. Tey vóru bæði úr Miðvági.
Rasmus arbeiddi heima, til hann var farin um tey tjúgu, men í 1892 fór hann á Vallekilde Højskole, har hann var í tveir vetrar. Um sumrini arbeiddi hann sum húsasmiður, og summarið 1895 var hann við at smíða háskúlan í Hillerød.
Vetrarnar 1896-97 og 1897-98 var hann á Askov Højskole,og summarið 1898 var hann á skeiði fyri háskúlalærarar á hesum sama skúla.
Rasmus Rasmussen var á Danmarks Lærerhøjskole 1898-99 og fór so heim til Føroya at byrja háskúlastarv.
Hann var lærari á Førya Fólkaháskúla frá byrjan í 1899, og til hann segði seg frá hesum starvi í 1947.
Rasmus var eisini løgtingsmaður fyri Norðoyggjar frá 1914 til 1927.
Hann hevur avrikað ein hóp av bókmentarligum verkum.
Rasmus giftist 16. oktober 1904 við Onnu Sofíu f. Johannesen av Skarði. Hon var fødd 3. januar 1876 og doyði 4. november 1932. Rasmus doyði 5. oktober 1962.
Myndir
