Á mønu hjalsins stari
Á mønu hjalsins stari
Í morgun kaldur sat
Í heglingsæli hvøs - sum;
Mør tókti, at hann græt
Og kavarokið versnar
Alt út ímóti nón
Og neyðar starin visti
Sær ogna lívsins vón
Men tá tað móti kvøldi
Brádliga lýsti í
Og sólin fór at síggja
So blonk og mild og blíð
Tá fleyg í loft upp starin
Og sang eitt fagurt ljóð
Tá birtist vónin aftur
Í barmi, ljós og góð
Tann vón um vár og summar
Og eydnuríka tíð
Um reiður, maka, ungar
Um lív og leik í líð
Tí starin er so voðin
At vónin er hans alt;
Tað stund, hon hvørvur burtur
Er lívið stirt og kalt
Myndir
