Lírholur á Skarði
Jákup skrivar :
Nú eru nógv ár síðani, at haraldssundsmenn vóru eftir lírum á Skarði. Eg minnist, at teir vóru eftir lírum umleið 1966 - 67 og teir fingu, minnist meg rætt 46 lírar. Á Skarði eru holur, sum tú heldur við líka og sum tú dregur, ella rættari sagt tekur úr holunum. Oftast varð tað grivið niður á líran og síðan varð alt lagt orduligt aftur og oftast lá ein steinur ovast. Eisini vóru holur, sum vóru í urðum og sum ikki vóru gjórdar av menniskja hondum, men hava verið gjørdar av náttúrunar hon. Tað eru fleiri holur í Skarðdali og í Lírurðini sunnanvert við Skarðsgjógv eru fleiri. Tann longsta var tríggjar alin. Fleiri av teimum høvdu navn, men í dag er tað nokk eingin, ið kennir hesi nøvnini og hvar holurnar eru.
Tað var mest av líra í Skarðdali, men onkrar holur vóru eisini úti í Lítladali.
Karl Klettskarð hevur fortalt onkra søgu, tá hann og beiggi hansara vóru eftir lírum í Skarðali og nevndi hann eisini Lírurðina.
Hans Pauli Purkhús og Jákup Jacobsen, fóru Líradagin 26. august í 1986 ein túr norður í Skarðdal. Hesin túrurin varð gjørdur fyri at vita um nakað lív var í Lírurðini, tí eingin hevði verið har í áravís. Teir fóru norður um kvøldið og vóru í Lírurðini tá tað skýmdi. Jú har var nógv lív í. Tá tað skýmdi, komu skráparnir innan av havi og yvirtóku Lírurðina, so har var nógv lív í. Hetta er jú ein fuglur, ið vit ikki síggja nógv til um dagin.
Myndir
