Tá haraldssundsmenn róku við Tyrlu

Kaj  Egholm flogskipari úr Vestmanna var flogskipari og vit lata hann siga frá óhappinum :

Slapp út :

Meðan tyrlan rullaði omaneftir fjallasíðuni, eydnaðist mær at fáa hendur í grasið. Eg helt og slapp úr tyrluni, sigur Kaj Egholm.

Í fyrstu atløgu fekk Kaj Egholm ikki loyst seg úr trygdarseðlanum, tá hann hevði borið við fjallasíðuna norðarlaga á eystaru síðu á Kunoynni. Hetta hendi millum Gjóadal og Mikladal á Skarði. Eftir at tyrlan hevði bóltað einar tvær reisur, eydnaðist tað honum at sleppa leysur. Hann fekk hendur í vøllin í einum bólti og varð leysur av tyrluni.

Sosialurin setti seg í samband við Kaj Egholm í gjáramorgunin, og hann hevur givið fylgjandi frágreiðing til blaðið :

Tyrlan varð eftirhugd klokkan 7 leygarmorgunin. Alt vísti seg at vera í lagið. Eg fleyg úr Havnini klokkan 07 : 50 til Klaksvíkar og víðari til Haraldssundar eftir einum manni, sigur Kaj Egholm.

Vit flúgva síðani norður í Ytstadal, sum er tann norðasti dalurin á eystursíðuni á Kunoynni og tað er í Uttari Hagi á Skarði.

Hetta var umleið klokkan 08 : 50. Eftir at hava hugt hvar seyðurin lá, byrjaðu vit at reka. Alt gekst sera væl í hond og raksturin var liðugur umleið tveir tímar seinni, sigur Kaj Egholm. Tyrlan skuldi síðani reka suðuri á oynni. Eg fylti síðani brennievnið á, og setti síðani tyrluna í gongd aftur. Eg fleyg út yvir sjógvin móti eystri og niðan gjøgnum Mikladal móti vestri fyri at vita, hvussu tað gekk hjá teimum trimum monnunum, at fáa tríggjar seyðir, sum lógu eftir, heim í rættina. Eg var einsamallur umborð, sigur hann. meðan eg hækkaði, snaraði eg út úr dalinum og setti kós norður eftir.

Tá eg kom fram við fjallinum, sum liggur millum báðar dalarnar, Mikladal og Gjóadal, misti motorurin á tyrluni snúðingar. Tyrlan fór at ristast meir enn vanligt, sigur Kaj Egholm. Eg kláraði ikki at halda hæddina longur, og kundi heldur ikki náa at sveima út á sjógv ella oman á slætt. Eg avgjørdi síðani at seta ta einu síðuna móti fjallinum og royna at fáa motorin upp í snúðingar aftur.

Tá hetta ikki eydnaðist og ristingarnir versnaðu, avgjørdi eg at koppa tyrluni inn móti fjallinum, so hon møguliga bleiv liggjandi, sigur Kaj Egholm.

Hetta eydnaðist ikki, og eg kláraði heldur ikki at loysa meg úr trygdarseðlanum og leypa út. Tyrlan varð slongd útav einum hamara, sum var ein metur niðari og umleið 8 - 10 metrar høgur, sigur hann. Eg fekk nú loyst meg úr trygdarseðlanum, eftir at tyrlan hevði rullað einaferð runt, og tá hon rullaði næstu ferð, tók eg í grasið, sum eg sá frammafyri meg, og kom á henda hátt út úr tyluni, sigur hann.

Tyrlan rullaði síðani eini 4 ferðir runt, áðrenn hon steðgaði einar 500 metrar frá sjóvarmálanum. Har var brattlendi, sigur hann. Hendingin fór ikki fram undir rakstrinum og tað kann ikki sigast at vera nakað óamannaverk at reka við tyrlu. Hevði hetta hent undir raksrinum, og ein maður hevði verið við afturat, so hevði hon verið betri at sveima við og hon kundi harvið sveima út á sjógv, sigur Kaj Egholm.

Kelda : Sosialurin.

Myndir