Túrurin í Káraskor 1896
Úr Hagabókini Fyri Uttan á Skarði :
1969 :
Í summar var ein ær sædd í Káraskor. Hon var har eisini, tá vit gingu skurð og klipping. Við tað at kavin kom so tíðliga, varð ikki farið eftir henni, og hvussu hennara lagna verður, er ikki gott at siga. Ein langur vetur uppi millum 500 - 600 metrar hædd.
Desember var ikki verri enn mangan. Nakað harðligt til vind, men ikki so kalt sum mangan hesa árstíðina.
Vit vóru eftir veðragjólingum nýggjársaftan. Tað var ringt geingi, men tað gekst hampiligt. Ein varð eftir. Tá gingið var frá í heyst, var seyðatalið um 170.
Úr Hagabókini Fyri Uttan á Skarði :
1970 :
Tann ærin, sum var í Káraskor, kláraði veturin, og var farið eftir henni um hálvan septembur, og tað gekst væl at fáa hana. Hon vá 63 pund og 30 merkur í tálg.
Jóhan Purkhús og Jens Juel stóðu fyri hesi ferð.
Vit kunnu viðmerkja her, at Páll Klettskarð, Sannelenius Jóhannesen, Aðalstein Magnusson ( yngri ) og Jógvan Martin Joensen vóru eisini við. Spurningurin er, um nakar annar var við.
Jákup Joensen ( Jákup á Skarði ) veit at siga, at pápi hansara var við øðrum í Káraskor eftir eini ær, sum var komin niður har, men tað eydnaðist ikki teimum at fáa hana. Hon slapp vesturum í Seyðberg.
Kunoyingar, sum vóru og drógu lunda árið eftir, tóku hana. Tá vóru 25 merkur í tálg í henni, og faktorurin Djuurhuus í Klaksvík keypti hetta krovið. Hetta var í 1896.
Eystasti ryggur í Seyðbergi er mark millum kunoyingar og skarðsmenn.
Úr Fuglaframa :
Ein ær hjá Skarðsmonnum varlopin vestur í Seyðberg, sum var eitt gott lundaland tá. Ærin hevði gingið í Káraskor.
Soleiðis stendur skrivað :
Fyri Hvítusunnu fóru Kunoyingar at draga lunda í Seyðbergi, ogvildi tá royna at fáa fatur á æruni. Sum vera man, var hon stygglig og meðan bratt var at standa, lat hon seg ikki væl taka. Endiligabasti tann eini maðurin henni í tí brattasta; maðurin var Niclas í Kunoy 69 ára gamal. Tað er ikki yvirhøvur, at menn ganga í bakka til teir koma upp í so høgan aldur, enn sjáldnari, at teir gera slík brøgd í bakkanum, sum at taka ein styggan tungan seyð av fótum í brøttum. Hvussu tungur var tá seyðurin ? Kroppurin vá 55 pund, alt hann var ógvuliga lítil. Í tálg vóru um 36 merkur ! Ein góður seyður at vera fyri Hvítusunnu.
Eftir hesum at døma, so hevur hetta verið 1897.
Vit síggja eisini, at vektin á krovinum og nøgdin av tálgini er ikki eins.
Viðmerking : Jákup Jacobsen : Tað er nógv broytt í hesi 100 árini. Eg kann minnast, at ein stór urð var millum Hálsarnar og Skarðstør, men tað var eitt stórt lop í 1996, so nú er gangandi í Hálsar frá helluni innanfyri Konuna. Levi Joensen plagar at hava seyð í Hálsum nú. Hetta lopið var millum Káraskor og Seyðberg og tað var rættiliga stórt og tað leyp so nógv burtur, at nú er ikki gangandi millum Káraskor og Seyðberg. ( Har sum ærin slapp vesturum í Seyðberg í 1896 ) Vit kunnu leggja afturat, at vit vita at tríggjar ferðir hava menn verið í Káraskor : 1896 --- 1970 og 2020.
Myndir

