Gróthúsini í Kunoy

Kunoyggin hevur ikki nógv torv. Frægast er Skarðsbygd fyri, og í dølunum norðan fyri bygdina er so frægt av mógvi, at tey fáu húsini, har hava verið, kláraðu seg við tað.

Vestursíðan á oynni hevur at kalla ongan mógv eftir, men kortini sæst nógv til torvskurð.Tað er skorið við svørinum, soppatorv vit kalla, sum fór illa við haganum og vermdi lítið.

Steffan Kunoy, sum heila sítt lív hevði gingið " Norð í Haga," segði seg hava talt 118 kráarløg og 24 gróthústoftir bara í hesum hagaparti !

Tað sigur okkum ikki so lítið um tær rúgvur av torvi, sum ætt eftir ætt hevur skorið her --- og hetta er ikki alt, tí teir skóru eisini torv " Suðuri í Haga."

Sum frá leið varð alt torvið uppi : Haraldssundsmenn og kunoyingar máttu av oynni at biðja um torv.

Sunnan fyri Lorvík, " Úti á Vík " kallað, fingu teir loyvi at skera, og haðani førdu teir so torvið heim, og tað er ikki nakað nýtt; sjálvur hin tiltikni Rasmus sat við grúgvuna heima í Haraldssundi og vermdi seg á gamalsaldri við torveldin uttan av Vík; tað eru gott og væl 300 ár, siðani Rasmus doyði --- .

Sunnan fyri húsini á Bø í Kunoy standa eini sjey gróthústoftir, sum minni um tað tíðarskeiðið, tá ið torvbátarnir komu norð gjøgnum fjørðin, løgdu at Sílagjógv, skipaðu torvið upp, sum síðani varð borið inn í hesi torvhús.

Tey " Heima í Húsið " tóku torvið upp á tí vanligu lendingini, á Kleyvini ella " Niðri í Rætt " og bóru tað í gróthús har í nánd, men her eru tey flestu torvhúsini horvin, brúkt til ífyllu í vegir og betong ella til at goyma oljutunnur í. --

Her var drátturin, bæði tungur og langur. Tey bæði stórbátaneystini og onnur neyst stóðu á bakkanum her.

Ikki nevnisvert varð gjørt við lendingina fyrr enn í 1944 - 45, tá blivu trappur gjørdar upp gjøgnum bakkan.

Á Skarðdalshellu, tóku mennirnir " Norð í Húsi " torvið upp. Her vóru tvær bátastøður á bakkanum, neyst og gróthús ovari. 

Myndir