Fyrsta lurtitólið í Haraldssundi

Ásla Heinesen:

Fyrsta radiotólið í Haraldssundi.

Jú, tað var gubbi, sum keypti fyrsta radiotólið og hann keypti tað frá Dávur úr Gerðum skipara, tá hann skifti út. Tað mundi vera áðrenn kríggið í 1939. Ein á Trøllagilið kom at seta tað upp, og tá var borðreitt við øllum góðum.

Ásla minnist tað væl, at útvarpstólið var høgt og hevði avrundaði hjørn. Har tónarnir komu úr, var útskorið. 

Útskeringin varð saga av og goymt tá, tá tólið bleiv burturbeint.

Nógv fólk komu inn at lurta. Tað bleiv sent einaferð um dagin. Hon minnist, at tey lurtaðu eftir BBC, tíðindir úr Onglandi frá krígnum, og tað var á donskum. Símin lurtaði nógv eftir norðmanninum eftir veðurtíðindum.

Jógva Har Innari kom ofta inn at lurta eisini.

Hendan myndir er tó tilvildarlig.

Myndir