Grindabáturin 1872

Grindin doyði 25-11-1872 í Klaksvík.

856 Grindahvalir doyðu og tað vóru tilsaman 4770 skinn.

Vanlukkan á Skarði hendir 3 dagar seinni, tann 28. november.

Arent Poulsen hevur skrivað brævið. Hann var vit tí seinna bátinum.

Síðst í 1872 doyði stór grind inni í Bø " Stóra grind " kallað, og skarðsmenn fóru við báðum bátunum. Annar fór undan hinum heim aftur, og tá teir um morgunin, tann 28. november við borðfullum báti, róðu fram við bygdini Haraldssund, hoyrdist takkarsongurin yvir hesa Guds ríkiligu gávu. 

Komnir norð fyri bygdina Skarð, var rættiliga nógv sig í sjónum fyri tann tunglødda bátin. Ein hamarskjølur hekk aftur av skutinum. Hann kom undir eina aldu og bendi bátin so mikið, at hann drakk, fór eftir endanum og hvølvdist. Bert tveir fingu í aftur bátin og komu á kjøl. Tað var Jóannes og Niklas Erik.

Á Skarði var eingin annar bátur at skjóta, og einans børn og konur heima. Ein teirra sá tilburðin. Glaðað varð til Skálatoftir, sum liggur beint yvirav, tveir fjórðingar burtur, og ein ung genta, Katrina Malena æt hon, rann heim til Haraldssundar at boða frá. So skjótt skuldi hon renna, at enn á døgum verður tikið til hesa renning. Hin skarðsbáturin var komin norður fyri Búðadal, tá teir frættu, hvussu vorðið var, og teir blakaðu tað mesta av grindini fyri borð fyri at lætta um bátin. Komnir norður fyri lendingina á Skarði, vóru skáltamenn har. Teir báðir, sum á kjøl vóru komnir bjargaðust, men hinir tríggir vóru druknaðir, og bert tvey lík vóru aftur funnin. Teir vóru : Poul Olsen kongsbóndi giftur 43 ár og Mikkel Petersen Zachariasen, húskallur ógiftur 25 ár. Tann triði : Joen Fredrik Joensen kongsbóndi giftur 39 ár kom ikki aftur.  

Gentan sum rann heim kallaðist Cathrina Malena Mikkelsen og var ættað úr Árnafirði, fødd í 1846, dóttir Jákup Petur í Útistovu. Eftir hesum at døma, hevur hon verið 26 ára gomul um hetta mundið. Hon var nógv á Skarði sum ung, og í 1870 tænti hon hjá Jóhan Petersen. Í 1876 giftist hon við Sámal Jákup Lamhauge í Lamba og búsettist har.

Við grindabátinum fórust :

Poul Olsen, kongsbóndi 43 ár, eftir sat einkja og 4 ómyndug børn.

Jacob Fr. Joensen, bóndi 40 ár, giftur, eftir sat einkja og 2 ómyndug børn.

Mikkjal Peter Zachariasen, húskallur av Kirkju, 25 ára gamal.

Teir, ið bjargaðust :

Brøðurnir har Niðri :

Jóhannes og Niclas Erik Johannesen.

Jóhannes har Niðri var nýgiftur, tá hann bjargaðist henda dagin. Hann giftist í 1871 við Elsu Matras av Viðareiði og festi í 1876. Tey áttu tvey børn, Símun f. 1872 og Onnu Sofíu f. 1876.

Símun, sum í 1905 fekk sær eftirnavnið " av Skarði " var borin til festið, men hann misti annað beinið og fór tí á læraraskúla. Kona hansara Súsanna var eisini læraralærd, hon var ættað av Húsum í Havn.

Anna Sofía giftist eisini av bygdini við Rasmus Rasmussen úr Miðvági. Teir báðir Símun og Rasmus stovnaðu Háskúlan, fyrst í Klaksvík, og so nøkur ár í Føgrulíð, til tey í 1909 fluttu til Havnar.

Leysliga týtt úr donskum

Mín allarkærasti vinur !

Við tárum í eygunum, vil eg nú seta meg niður at skriva tykkum, um hesa syrgiligu hending.

Ímeðan grindin varð dripin vóru eg og tykkara kæri sonur í sama báti, og alt sýntist at vera so gott. Eg visti at hann var úttúraður og eg bjóðaði honum at koma norður at hvíla seg, men hann segði: Kæri vinur eg eri akkurát bjóðaður út til Oyrar av systkinabarninum Joen Pauli, so eg fari út við honum.

Síðani fór eg saman við øðrum norður til Skarðs.

Morguneftir tá eg kom aftur til Klaksvíkar, hevði eg klæðir og annað við til hansara. Tá eg møtti honum, spurdi eg hvussu hann hevði tað. Hann svaraði mær vinarliga, at hann hevði tað ógvuliga gott og hetta gleddi meg. 

Tá seðlarnir vóru útkomnir funnu vit beinanvegin hvalirnar og vit skóru teir upp so skjótt vit kundu.

Tá vit vóru lidnir at skera upp, koyrdu vit alt í báðar bátarnar, og eg spurdi hvønn bát hann fór norður við og hann svaraði : “ Kæri morbróður, tað skal vera sum tú vil, men tó havi eg betri hug at fara í tann fyrra av tí at eg ikki havi verið norðuri á Skarði síðani grindin doyði.

Síðani skiltust vit við kærleika. Síðani fór hann inn í bátin og heilsaði enn einaferð. Eg var ofta bangin um hann, tá hann fór út frá mær, men hesaferð hugsaði eg ikki um at slíkt kundi henda, sjálvt um báturin var ógvuliga tungur, tá teir løgdu frá landi.

Tað var avgjørt at koyra grind uppá land í Haraldssundi, tí báturin var so tungur, men hetta varð ikki gjørt. Tað var ikki gjørt, tí tað bleiv sagt frá teimum, sum komu frá tí við lívinum frá hesu syndarligu vanlukkuni. Teir vóru allir einigir um at fara við øllum norður til Skarðs, tí teir roknaðu ikki við at tað var so nógv brim har norðruri. Hetta var tó til fánýtis. Hetta var ein syrgilig stund, bæði fyri teirra sum vóru í neyðini og fyri tey veiku konufólkini, ið sóu hesa syndarligu hendingina. Eisini at hoyra hesu syndarligu neyðarrópini, og einki fingu tey gjørt. Tey stóðu hjálparleys.

Gamli Daniel Poul var komin oman á Kleivina fyri at taka ímóti teimum. Hann gjørdist stúrin, tá hann sá hvussu tungur báturin var. Hann var klárur til at kasta teimum ein enda fyri at lætta um bátin, men teir kundu tó ikki koma so nær. Teir royndu tó og hetta miseydnaðist. Sjógvurin fossaði inn í bátin og nakrir byrjaðu at kasta grind út og nakrir royndu at oysa, men tað hjálpti einki og báturin koppaði og sakk. Teir 5 sluppu skjótt á kjølin, men so fór báturin runt aftur, og teir 5 sluppu inn í bátin sum var borðfullur. Tann eini var ikki at síggja, og tað var Jacob. Hann sóu teir ikki aftur og har stóðu teir og róptu av neyð og elendigheit. Konufólkini glaðaðu yvir til Skálatoftir fyri at fáa teir yvir at hjálpa.

 Daniel Poul fór til gongu til Haraldssundar og tá hann var komin hálvan vegin, møtti hann tí minna bátinum, sum skuldi norður til Skarðs. Hann rópti neyðarróp til okkum. Vit kastaðu beinanvegin alla grindina fyri borð,og tað var fyri at koma skjótari norður og koma teimum til hjálpar. Tá vit komu norður, var ein bátur av Skálatoftum eisini komin og vit sóu bara 4 mans í bátinum tá vit komu til hjálpar. Eg spurdi beinavegin eftir mínum kæra systirsoni. Teir søgdu at hann var komin í teirra bát og tá eg sá hann, sá eg einki lívstekin frá honum. Síðani tóku vit allar inn í okkara bát. Okkara  bróðursonur livdi hálvan vegin heim til Haraldssundar, tveir av teimum lógu mitt í bátinum, og har kom sjógvurin hægst upp í bátinum og teir blivu tí teir veikastu, tí teir vóru so kaldir.

Tá vit komu heim til Haraldssundar, fingu vit beinanvegin fatur á læknanum, men tað hjálpti einki. Hann kannaði beinanvegin systirsonin, og læknin kendi hann áðrenn, men hann segði at her er einki at gera. Hann er deyður, men hann arbeiddi leingi uppá bróðursonin Poul, men heldur ikki her var nakað at gera.Gud veit hvussu syrgilig hendan løtan og hendan tíðin var fyri okkum, og hvussu djúpt eg og  kæra kona mín syrgja yvir okkara kæru trúgvu vinir, sum altíð vóru so mildir og blíðir. Tí vilja vit biðja tykkum, kæru vinir um at skriva okkum bræv ella biðja ein av tykkara synum saman við tykkum um at koma saman um at troysta hvønn annan og soleiðis kunnu vit tosa saman.

Í dag hava vit havt jarðarferð fyri teimum báðum, og tey í Haraldssundi hava eisini verið við og hjálpt til í hesi neyðini.

Óli, mín bróðursonur hevur eisini eina kæru heilsan til tykkum og hervið endi eg brævið, og til endans ein kæru heilsan til tykkum við familju um at vera í Guds hondum.

Árent Poulsen

Myndir