Kunoyingurin sum rýmdi av Skansanum
Kelda . Keraldið
Kunoyingurin í 1855.
Í smáskriftum Varðans, sum komu á prent í 1918, hevur Kristian á Húsum í Havn m. a skrivað eina skansasøgu, har Símun Uttan Garðar er upp í.
Í stuttum er søgan hon, at ein kunoyingur í 1855 var settur í kasjottuna á Skansanum fyri stuldur. við snildum slapp hann út eitt leygarkvøld og helt leiðina í myrkrinum niðan til Hoyvíkar. Har vakti hann Símun traðarmann og greiddi honum frá, at hann var húskallur hjá Símuni á Skarði og hevði verið í doktaraørindum í Havn. Av tí at doktarin var burtur á ferð, vóru hinir bátsmennirnir farnir heimaftur til Skarðs og hann var so blivin verandi eftir at bíða eftir doktaranum. Nú hevði hann fingið medisinið, sum var í vøttunum ( hann hevði koyrt nakrar smásteinar í teir ). Símun, ið ivaleyst hevur verið ein góðtrúgvin maður, fylgdi honum niðan á Hvítanes. Á vegnum niðan helt Símun, at honum tókti, hann líktist so nógv einum kunoyingi, sum so leingi hevði sitið fastur undir øvrigheits hondum. " Aja " svaraði kunoyingurin og flenti, " tey eru so mong, sum siga tað, og ikki er tað løgið heldur, tí vit eru køtilig systkinabørn, skal eg siga tygum " hetta helt Símun vera trúligt og bað hann heilsa húsbóndanum, sínum góða navnaá Skarði, sum hann kendi so sera væl og biðja hann, um hann í heyst kom til Havnar, at selja sær eitt ella tvey lomb. " Ja mín skjel og sáligheit ! Tað skal eg lova tygum " sgði kunoyingurin " og tað veit eg, hann ger, tá ið eg sigi honum frá, hvussu blíður og beinasamur tygum hava verið við meg í nátt ".
Hvítanesmenn førdu kunoyingin yvir á Nes, og við líknandi snildum, slapp hann líka norður til Kunoyar. Tá ið arrestforvaltarin sunnumorgun lat upp í kasjottuni, var eingin fangi. Hesi tíðindi ruku sum neistar um Havnar bý.
Ein mannamúgva stóð undir Dungagarði og samrøddi um henda merkiliga tilburð. Tey flestu hildu, at maðurin hevði gjørt enda á sær og um náttina var lopin út av Skarvhellu, tí hvar kundi hann annars vera farin ?
Kanska hevði hann goymt seg onkunstaðni uppi í haganum. Meðan teir standa og tosa, kemur Símun úr Hoyvík til kirkju og nærskast mannamúgvuni undir Dungagarði. Hann stendur eina løtu og lurtar og spyr so, hvat tað er, teir tosa um. Teir siga honum frá, hvat ið hent var um náttina. " So var tað kortini hann, eg í nátt fylgdi niðan á Hvítanes ", segði Símun. Nú var gátan loyst, og kunoyingurin var tikin aftur av landinum.
Myndir
