Torvið á Skarði

Síða 534 í somu bók :

Sambært jarðarmetingini í 1869 varð hildið ráðiligast at skera 9 bátar av torvi, te. er 540 leypar " i en Række af Aar "

Skarðsmenn hava eisini eins og aðrir fyrst skorið sítt torv á Skarði, sum var høgligastur. Tá ið ov lítið hevur verið at fáa har, hava teir helst ota seg longur norður í Mikladal, har teir so eisini hava havt eitt torvhús. Ein bóndakona í Jógvansstovu í Leirvík varð vanliga rópt Skarðs - Katrina, tí hon var ættað av Skarði. Hon hevði verið í torvi Úti á Vík, og bóndin í Jógvansstovu loftaði henni.

Tað síðstu tíðina, áðrenn bygdin avtoftaðist 26, januar í 1919, skóru Skarðsmenn torv norðuri í Gjóardali. Har høvdu teir eisini gjørt ein rennistrong, sum lætti um hjá teimum at fáa torvið, sum teir førdu heim, oman í fjøruna.

Frásøgn : Ein grind lá norðuri á Haraldssundsflógva. Skarðsmenn høvdu sæð hana. Tá skuldi Gamli Símun av Skarði fara við grindaboðum til Kunoyar. Tá ið hann kom niðan í Skarðsgjógv, rópti hann grindaboð, og hann rópti so hart, at torvfólkið Úti á Vík í Leirvík skuldi hoyra tað.

Myndir