Torvið í Kunoy

Torvið í Kunoy á síðu 531 í somu bók.

Jarðarmetingarnevndin í 1869 hevur ikki hildið, at áneyðir vóru at hækka virðið á " Herligheder " av tí torvi, sum var í haganum. Ein kunoyingur hevur hesa frágreiðing um torvið í bygdini : Vestantil á Kunoynni er nærum einki torv, og kunoyingar vóru tí noyddir at skera torv aðrastaðni. Teir høvdu eisini fingið býttar torvheiðar úti á Vík, sunnan fyri Leirvík.

Teir høvdu eisini rætt til at fáa torv úr presthaganum úti á Nesi, tað fingu teir úr Æðuvík. Torvið úti á Vík skóru og røktaðu kunoyingar sjálvir. Teir førdu torvið sjálvir, men teir skóru og røktaðu ikki torvið í Æðuvík. Har gjørdu teir gerðabýti soleiðis, at nesmenn ella æðuvíkskingar fingu skerpikjøt afturfyri at skera og røkta torvið. Alt hetta torvið skuldu teir so føra. og torv er tiltikin ringur farmur. Teir nýttu áttamannafør og laðaðu torvið inn í báðar skutarnar og í bógrúmið. Stóran roka settu teir á bátarnar, og teir fingu bert rógvið við 4 árum, bert á toftibekki. Segl nýttu teir sjálvandi, tá ið byrur gavst, men ikki fingu teir siglt uttan í lítlum guli, tí bátarnir vóru ógvuliga rankir undir torvfarmi. Torvið úr Æðuvík skuldi førast um fleiri oyggjarendar, sum ikki vóru heilt vandaleysir ella streymleysir at fara. Men hóast hetta havi eg aldri hoyrt um, at nakar torvbátur er burturgingin her í bygdini. Av tí at torvið skuldi førast, høvdu teir gróthús standandi niðri á bakkanum. Suðuri á Bø vóru gróthúsini niðri á Trøðni beint uppi yvir Teistagjógv. Har er gott laðberg og gott at ganga niður. Har stóðu eini 10 gróthús, og tey vóru nýtt, tá ið torvið varð ført uttan av Vík ella úr Æðuvík. Tað var sostatt av Teistagjógv niðan í gróthúsini niðri á Trøðni. Heimi í Húsi vóru eisini gróthús niðri millum neystini, men har vóru ikki so nógv, ið stóðu uppi, og har var heldur ikki so langur vegur at bera til hús av Støðni og niðan í búðarhjallarnar. Norðuri í Húsi løgdu teir at á Skarðdalshellu, sum er gott laðberg, og teir bóru eisini niðan í gróthús, ið stóðu har niðri á bakkanum.

Í haganum rundan um bygdina var ikki heilt sørt av torvi, hóast tað lítið og vánaligt. Eisini varð skorið soppatorv, men tað oyðilegði so illa hagan, søgdu teir. Har varð skorið torv suðuri í Hjarðardali, Uppi á Dal, í Lítladali, á Grønastøðli, í Skriðudali og upp á Fjalli. Hetta bera kráarløg og gróthús prógv um. Men sum sagt, var hetta torvið so vánaligt, at teir skuldu hava nógv annað og betri afturvið.

Meg minnist torv verða skorið í Kunoy, men ikki var tað nógv, tí tá var kolið farið at fáast til keyps í Suðuroy. Ein slupp, sum æt Nelly, plagdi at sigla til bygdirnar við koli. Lendingin á Teistagjógv var bara nýtt, tað eg havi hoyrt um, til at skipa upp torv. Í 1917 fáa kunoyingar torvskurðaloyvi á Viðvík fyri 2 kr fyri bátin, og hóast tað ikki hevur eydnast at fáa gjøllari at vita um hetta, so mann tó neyvan nakar ivi vera um, at teir so eisini hava nýtt torvskurðarloyvi og skorið torv har. Av tí at Viðvík er í eysturhallan norðan og tí helst kyrrast á lágættini, so er eisini sannlíkast, at kunoyingar hava ført torvið norður um Viðoynna og Kunoynna og nýtt lágættina, sum eisini tá var lagaligasta ættin til hesa torvføring, ið helst hevur verið við deksbátum. Tann teinurin er eisini væl styttri, enn um at sigla suður um Borðoynna.

Um jarnsmiðir er mær sagt, at Sørin í Nýggjustovu og onkur á Skarði gjørdu hakagrev. Í 1952 fekk Kunoy elverk, ið varð rikið vit vatnorku, og vóru tær uppi í teimum fyrstu bygdunum at fáa elorku.

Í Kerhaldið nr. 1 í 1995 fortelur Olaf Davidsen, Æðuvík, um avbygdafólk skóru torv her :

Kunoyingar hava eisini skorið sítt torv her í Æðuvík, hvussu langt aftur í tíðina veit eg ikki vist. Mær er fortalt, at undir fyrra heimsbardaga skóru 17 húski úr KUnoy 90 leypar av torvi í partá Stórheyygi og økinum uttanum. Teir komu sjálvir at skera torvið og bera tað burtur. Onkuntíð kom tað fyri, at teir máttu gista í bygdini. Síðani varð fólk her á leið biðið um at røkja torvið og siga frá, tá turt var, og so komu teir sjálvir aftur at bera oman. teir førdu síðani torvið av Gjónni við motorbátum til Kunoyar. Kunoyingar áttu 5 motorbátar sjálvir og haraldssundsmenn áttu 1, sum teir eisini brúktu. Tað kom fyri at allir vóru inni í Gjónni í senn. Av teimum kunoyingum, sum skóru her undir krígnum, kendi eg ongan ella minnist ongan ávísan. Men Ása hjá Per í Heimistovu á Glyvrum, hon var ættað úr Kunoy, fortaldi einaferð fyri mær, at hon hevði hoyrt pápa sín siga, at hann hevði verið í Æðuvík og skorið torv. Hann varð nevndur Steffan úr Kunoy, og tað er nú ikki so langt síðani, at hann doyði. Soleiðis segði Olaf í Æðuvík.

" Steffan " í Kunoy, sum heila sítt lív hevði gingið Norð í Haga, segði seg hava talt 118 kráarløg og 24 gróthústoftir bara í hesum hagapartinum ! Tað sigur okkum ikki so lítið um tær rúgvur av torvi, sum ætt eftir ætt hevur skorið her, og hetta er ikki alt, tí teir skóru eisini torv Suðuri í Haga. Sum frá leið, varð alt torvið uppi.

Myndir