Torvið í Haraldssundi
Úr bókini : Torvið í Føroyum eftir Peter Jacob Sigvardsen Bind 2 á síðu 529 :
Jarðarmetingarnevndin í 1869 hevur ikki hildið, at át áneyðir vóru at hækka virðið á " Herligheder " av tí at torvi, sum var í haganum.
Í Kunoynni hevur ikki verið nóg torv. Frægast hevur Skarðsbygd verið fyri, tí í dølunum norðan fyri bygdina var so frægt av mógvi, at tey fáu húsini, ið tá vóru, høvdu nóg mikið av torvi.
Haraldssundsmenn skóru torv í Búðadali, sum er á ystursíðuni á Kunoynni.
Haraldssundskona : Torvskurður okkara fór fram í Búðadali, sum er hampuliga høgligt arbeiði aðrar staðir uttan tað, at sólin hjálpti okkum næstan ikki at turka. Ringt sólarpláss er. Djúpur er Búðadalur og vendir eystureftir við Búðadalsleiti sunnanfyri at taka av fyri eysturskini og heilt avskorin við vesturskini. Tá turt var, varð borið oman á Búðadalshellu og ført í felag við felags báti í gróthús.
Torvarbeið okkara breyt neyvan av frá hesum,
Helst hevur stundum onkur verið, sum ikki strekti við torv. Men so hava hini, sum í mongum øðrum forholdum, bert latið frá sær. So lítið prát og hóvasták varð gjørt úr hesum, at vit børn óru óvitandi um hesi viðurskifti.
Í Haraldssundi var einki ognarleyst hús, tá eg var barn.
Torvheiðarnir vóru víðir nokk til alla bygdina, so øll skóru. Kortini er tað fyri mær, sum hvørt húsið hevði sítt fasta pláss á heiðunum. Um er, boðar hetta helst frá onkrum býti húsanna millum. Ein vøkur frásøga, ið sýnir tann felagsskap og tað samanhald, sum var í hesi lítli bygdini. Í Haraldssundi hevur mest soppatorv verið skorið, og tann torvskurðin greiddi ein heimildin soleiðis frá : Í Haraldssundi var einki gott torv. Tó var nógv soppatorv skorið. Her var rekapláss, so tann viður, sum ikki varð nýttur til annað brúk, varð brendur.
Teir skóru ikki meira enn einar 3 - 4 torvur á breidd av soppatorvi. Tá so skorið var árið eftir, varð skorið ab bakkanum og traðka niður í eygað, áðrenn farið var at skera.
Av hesi frásøgnini sæst, at haraldssundsmenn hava skorið soppatorv á sama hátt sum húsamenn og trøllanesmenn. Men hóast mestsum alt torvið, sum var soppatorv, er uppskorið á vestursíðuni á oynni, so hava kunoyingar tó skorið nógv har, tann tíð tað var. Tað var tað.
" Steffan " í Kunoy, sum heila sítt lív hevði gingið Norð í Haga, segði seg hava talt 118 kráarløg og 24 gróthústoftir bara í hesum hagapartinum ! Tað sigur okkum ikki so lítið um tær rúgvur av torvi, sum ætt eftir ætt hevur skorið her, og hetta er ikki alt, tí teir skóru eisini torv Suðuri í Haga. Sum frá leið, varð alt torvið uppi.
Haraldssundsmenn og kunoyingar máttu av oynni at biðja torv. Sunnan fyri Leirvík. Úti á Vík kallað, fingu teir loyvi at skera, sjálvur hin tiltikni Rasmus sat við grúgvuna heima í Haraldssundi og vermdi seg á gamalsaldri við torveldin uttan av Víkum. Tað eru gott 300 ár ( í 1978 ), síðani Rasmus doyði.
Í fyrra heimsbardaga var torvleigan 4 oyru leypin.
3. juni í 1915 fingu haraldssundsmenn loyvi at skera 60 og 40 leypar í kongsjørð í Haraldssundi fyri 4 oyru leypin. Av hesum sama er torvsøgan hjá haraldssundsmonnum í høvuðsheitum tí eisini rættiliga lík henni hjá kunoyingum, sum her skal verða greitt frá.
Myndir
