Íslandstúrurin við Líðarenni

Í meðan Viggo Joensen átti Líðarenni var Jákup Joensen, Jákup á Skarði formaður. Hann búði í Haraldssundi. Hann bygdi húsini suðuri á Bakka í Haraldssundi í 1923. Stóri parturin av tilfarinum, kom úr Kongsstovuni á Skarði.

Í bókini : Hendingar á leiðini, skrivað av Bjarna Niclasen.

Har stendur ein skemtilig frásøgn um tann tiltikna Íslandstúrin, sum teir gjørdu í 1958. Teir sigldu kring Ísland við Líðarenni.

Báturin var riggaður til suðuri í Vági, og Johan Dahl læt teir fáa hann fyri tær beinleiðis útreiðslurnar. Ferðin varð gjørd í juli. Skipari var Bjarni Niclasen, bestimaður Jákup Joensen, motorpassari var Jógvan Sigurð Johannesen, skipslækni var Pauli Dahl og manningin annars var : Nikal Thomsen, Tórarin Evensen og Poul Johannes Lindberg. Veiðan var 24 skippund, men fiskiskapurin var ikki avgerandi fyri ferðina. Tað var ein stuttleikatúrur.

Myndir