Rottutýningin í 1952 miseydnaðist.
Týningin miseydnaðist :
Rottan nørist sera skjótt. Hon gerst longu kynsbúgvin eftir trimum mánaðum. Hon gongur kviðin í 22 dagar og leggur so 6 - 12 ungar, sum hvør vigar eini 5 gram. Rottan leggur 3 - 5 ferðir um árið. Soleiðis kann ein einstøk rotta eftir einum ári gerast til einar 860 rottur, og tí er tað ikki løgið, at hon spjaddi seg sera skjótt, tá hon kom til Føroyar. At týna í eini heilari oyggj, er tí ikki bara sum at siga tað. Fyri at tiltakið skal eydnast til fulnar, skal tann seinasta rottan eisini avlívast. Er bara eitt par, ella bara ein einstøk kviðin rotta eftir, kann hendan nørast víðari, og stutt eftir kann aftur vera nógv til av rottu í oynni.
Oyðingartiltakið av rottum í Kunoynni í 1952 eydnaðist tíverri heldur ikki til fulnar. Ein kunoyingur, sum eg havi tosað við, sigur at 4 - 6 ár eftir skipaðu útleggingina av rottugifti, var aftur smekkfult av rottum í Kunoyar bygd. Ein dagin fangaðu vit sjey livandi rottur, sum børnini í bygdini stuttleikaðu sær við. Ein í senn vóru rotturnar sleptar leysar á einum bøstykki, tætt við skúlan í bygdini. Síðani royndu tey at fanga rotturnar. Onkrar rottur sluppu tó undan, og runnu í " Myllánna ", greiðir kunoyingurin við spenningi frá.
Rotturnar munnu hava fylgt nógv í bygdarlívinum í Kunoy í fimmtiárunum, tí ein eldri kona í bygdini, sum eg havi tosað við, minnist týðuliga rotturnar í bygdini. Við eldhuga greiðir hon frá :" Tá eg var smágenta og gekk í skúla í Kunoy, plagdu dreingirnir ofta at fanga rottur, sum teir so sleptu leysum uttanfyri skúlan "
Síðan miseydnaðust royndina hjá kunoyingum at sleppa av við rottuna í 1952, er einki gjørt fyri at týna rottuna í oynni. Rottan er tí enn í Kunoynni, har hon, eins og aðrastaðni í landinum, framvegis ger stóran skaða.
Eyðfinn Magnussen
Myndir
