Tá rottan komn í Kunoynna

Tað var í 1914 og tað var Anthenes á Strond, sum slepti rottuni í oynna. Hesa søguna eru tað fleiri, sum hava fortalt mær, men øll leggja tey eina við, at eg ikki má siga, at tað eru tey, sum hava fortalt mær søguna. Og tað gerið eg heldur ikki....

Síðani gingu eini 15 ár, til brúna rottan kom í Kunoynna. Tað var í 1914. Tað sigst, at fólk hava slept rottuni í Kunoynna við vilja. Eg havi fingið hesa søguna fortalda frá fimm ymiskum fólkum, sum øll hava tilknýtið til Kunoynna, men øll ynskja tey at vera ónevnd.

Søgan sigur, at tað var ein maður, Anthenes á Strond var navnið, sum ætlaði at byggja sær hús í Haraldssundi. Men haraldssundsmenn vildu ikki hava hann til bygdina, og noktaðu honum tí grundstykki. Anthenes á Strond var sera misnøgdur við hesa avgerð, og skuldi í hevnisøku siga : " Tit skulu fáa verri gest enn meg ". Tað var rottuna, sum hann sipaði til. Stutt eftir hetta var rottan at síggja í Kunoynni, tí at Anthenes á Strond skuldi havt slept einum pari út í oynna. Tó at eingin av teimum fimm fólkunum, sum eg havi tosað við, vilja navngivin sum kelda til hesa søguna, so er søgan tó umtalað í bókini : " The Atlantic Islands A Study of the Faroe Life and Scene ". sum bretski hermaðurin Kenneth Williamson skrivaði um Føroyar eftir kríggið. Hann var giftur við Esther Lousie Rein úr Havn, sum hann átti dóttrina Hervør og sonin Robin saman við. Bókin kom út í 1948.

Týningartiltak móti rottuni í Kunoy í 1952.

Ein og aðrastaðni í Føroyum, har rottan kom, gjørdi hon eisini stóran skaða í Kunoy, og tí vildu Kunoyingar sleppa av aftur við rottuna.

Í november mánað í 1952 varð skipað fyri einum stórum týningartiltaki í Kunoy, fyri at sleppa av aftur við rottuna. Tað var apotekarin : Dávur Magnussen úr  Havn, sum skipaði fyri tiltakinum. Tað var hann, sum fekk eitrið til vega og Landsstýrið stuðlaði tiltakinum fíggjarliga. At hjálpa sær, hevði Dávur, Sjúrða Paturson úr Kirkjubø.

Við stuttum millumbilum varð eitur lagt um alla oynna : Í bø og haga og í lundaurðum, bæði í Haraldssundi og Kunoyarbygd. Bygdafólkið tók væl undir við hesum tiltakinum og løgdu giftina út. Ein kunoyingur, føddur í 1940  - arinum, greiður soleiðis frá :

Í 1952 var skipa fyri einum tiltaki at týna rottuna í Kunoynni. Tveir menn. Mús (Jóannes Rasmussen) og ein maður úr Kirkjubø, skipaðu fyri. Menn samlaðust í einum neysti í bygdini at baka breyð, har rottugift varð koyrd í breyðið. Næsta dag fóru menn um alla oynna at leggja hesi breyðini út, greiðir hesin maðurin frá. Hesin sami maðurin segði mær, at ein táttur varð yrktur um hetta tiltakið, tað er tíanverri ikki eydnast mær at fáa fatur í hesum tátti, men maðurin, sum fortaldi mær søguna, mintis eitt av ørindunum, sum er so ljóðandi : 

Her komi eg við langari nøs,

hvat skal eg hava í mínari pøs.

Hesin " Eg persónurin " sum skipa verður til í táttinum, er ein langur klænur kunoyingur.

Í samrøðu við Norðlýsið 8. november 1952, greiðir kunoyingurin Steffan Kunoy soleiðis frá hesum tiltakinum : Bæði vit og haraldssundsmenn fóru til hetta arbeiði við tí vón at sleppa av við rotturnar, og eg skal siga, at vónin er ikki svikin, tí síðan rottueitrrið varð lagt út fyrstu ferð fyri jól, hava rotturnar ongan skaða gjørt, og nú innheystað er í ár, hevur ikki rotta sæst í nakrari veltu, men sjálvandi kann eg ikki taka fyri, at púra eingin rotta er eftir, men tað er í hvussu so er eingin skaði av teimum. Nú vit hava gingið á fjalli, funnu vit ein deyðseyð, men eingin rotta hevði sett á hann. Vit løgdu eisini eitur har, sum lundi eigur og vóna vit, at har eisini er gott úrslit, endar Steffan Kunoy frásøgnina við blaðið.

Týningin miseydnaðist :

Rottan nørist sera skjótt. Hon gerst longu kynsbúgvin eftir trimum mánaðum. Hon gongur kviðin í 22 dagar og leggur so 6 - 12 ungar, sum hvør vigar eini 5 gram. Rottan leggur 3 - 5 ferðir um árið. Soleiðis kann ein einstøk rotta eftir einum ári gerast til einar 860 rottur, og tí er tað ikki løgið, at hon spjaddi seg sera skjótt, tá hon kom til Føroyar. At týna í eini heilari oyggj, er tí ikki bara sum at siga tað. Fyri at tiltakið skal eydnast til fulnar, skal tann seinasta rottan eisini avlívast. Er bara eitt par, ella bara ein einstøk kviðin rotta eftir, kann hendan nørast víðari, og stutt eftir kann aftur vera nógv til av rottu í oynni.

Oyðingartiltakið av rottum í Kunoynni í 1952 eydnaðist tíverri heldur ikki til fulnar. Ein kunoyingur, sum eg havi tosað við, sigur at 4 - 6 ár eftir skipaðu útleggingina av rottugifti, var aftur smekkfult av rottum í Kunoyar bygd. Ein dagin fangaðu vit sjey livandi rottur, sum børnini í bygdini stuttleikaðu sær við. Ein í senn vóru rotturnar sleptar leysar á einum bøstykki, tætt við skúlan í bygdini. Síðani royndu tey at fanga rotturnar. Onkrar rottur sluppu tó undan, og runnu í " Myllánna ", greiðir kunoyingurin við spenningi frá.

Rotturnar munnu hava fylgt nógv í bygdarlívinum í Kunoy í fimmtiárunum, tí ein eldri kona í bygdini, sum eg havi tosað við, minnist týðuliga rotturnar í bygdini. Við eldhuga greiðir hon frá :" Tá eg var smágenta og gekk í skúla í Kunoy, plagdu dreingirnir ofta at fanga rottur, sum teir so sleptu leysum uttanfyri skúlan " 

Síðan miseydnaðust royndina hjá kunoyingum at sleppa av við rottuna í 1952, er einki gjørt fyri at týna rottuna í oynni. Rottan er tí enn í Kunoynni, har hon, eins og aðrastaðni í landinum, framvegis ger stóran skaða.

Eyðfinn Magnussen

Myndir