Ein køld nátt undir Kunoyarnakki

Eliesar Kastalag skrivaði í 1995.

Fyri umleið 30 árum síðani, mettu føroysku útróðrarmennirnir, at ov nógvur kópur var undir landinum, og at kópurin át so nógv av fiskinum, at hettar órógvaði fiskiskapin. Útróðrarmennirnir heittu á mynduleikarnar um at geva loyvi til kópaveiðu fyri at minka um kópastovnin, soleiðis at fiskurin kundi nørast aftur.

Mynduleikarnir gingu útróðrarmonnunum á møti, og loyvi var givið til kópaveiðu. Studningur var givin fyri hvønn kóp, sum varð veiddur, umframt at skinnið kundi seljast. Hetta eggjaði monnum til at veiða kóp. Summir fingu vinning bururúr, meðan aðrir mest veiddu kóp til stuttleika og fingu sjálvandi somu samsýniong fyri veiðina sum hinir. Um hetta mundi arbeiddi eg á Stórubeding í Klaksvík og varð nógv tosað millum arbeiðsfelagarnar um kópaveiðu og kópaveiðuferðir.

22. september 1965 um morgunin avráddu tveir arbeiðsfelagar og eg at fara at veiða kóp. Vit vóru Christen, sum átti bátin, Hans og eg.

Eg minnist dagin so væl, tí mamma mín fylti ár hendan dagin. Mammu dámdi onki at vit fóru. Hon helt, at dagurin var ov nógv liðin og nevndi, at teir gomlu altíð byrjaðu slíka ferð á nátt fyri at fáa sum mest av dagslýsi til ferðina. Hesum lurtaði eg ikki eftir og segði, at báturin var stórur og góður, veðrið var gott og at hann, sum bátin átti ofta hevði verið eftir kópi undir Kunoyarnakki og var staðkendur. Eg lovaði at verða aftur í skýmingini. Vit máttu bera skjótta at, tí dagurin var stuttur. Til slíka ferð, er neyðugt at vera væl útgjørdur. Vit skuldu hava gassar at sláa kóp við, riflu, patrónir og annar vanliga útgerð til bátsferð. Vit áttu ikki gassar, so gassarnir gjørdu vit úr eik á bedingini, áðrenn vit fóru til hús eftir hinari útgerðini. Um middagsleitið var klárt  at fara frá landi, og vit hildu norð gjøgnum Haraldssund. Veðrið var gott, eitt lot høgt, men vit hildu ikki, at tað fór at bila. Ætlanin var fyrst at fara norður í eitt látur norðanfyri Skarðsbygd, eg minnist ikki navnið á látrinum, og síðani norður um Kunoyarnakk. Har var ofta nógvur kópur at síggja, onkur hevði sagt okkum, at látur var inni í eini urð innan fyri Konuna, tað er ein drangur, sum stendur undir Kunoyarnakki. Tá ið vit vóru komnir norð um Haraldssunds bygd fóru vit av álvara at hyggja eftir kópi. Spenningurin var stórur, tað var ikki sørt, at menn høvdu hug at reypa. Men ongin kópur sást, tó vónin stóð til látrið norðan fyri Skarðs bygd. Tá ið vit komu norð fyri látrið, var flóðin so stór, at ikki var hugsingur um at fara inn á gjónna. Christen helt, at vit kundu fara norður um fyrst at royna og so venda aftur til látrið, tá ið fjarðað var, og so varð gjørt. Vit komu norður um og vestur móti Konuni umleið klokkan 14:30. Her vóru nakrir kópar at síggja. Christen fór fram í skut við rifluni, siktaði væl og skeyt, men rakti ikki, kóparnir kavaðu. So var bíðað eina løtu, jú so sóust tveir kópar aftur, Christen royndi aftur, men heldur ikki hesaferð eydnaðist skotið. Nei, hetta ber ikki til at skjóta frá bátinum. Christen kom við tí hugskotinum, at vit skuldu seta hann upp á ein kneysa við sjóvarmálan á Konuni, soleiðis at hann stóð á føstum meðan hann skeyt, og so skuldu vit gera skjótt av við bátinum og taka skotna kópin, áðrenn hann sakk. Christen royndi fleiri ferðir, men onki skot eydnaðist, so vit tóku hann inn aftur í bátin, Vónin til veiðu fjaraði burtur, men nú skuldi látrini roynast. Avrátt var at fara í land í urðini innan fyri Konuna og so royna látrið, sum vit høvdu frætt um her. Christen skuldi liggja eftir á bátinum, meðan vit báðir, Hans og eg skuldu fara á land. Tað var mest sum stilli og eingin alda. Vit sigldu spakuliga inn móti urðini. Vit báðir, sum skuldu í and, fatlaðu byrsu og gassa upp á okkum. Tá ið vit komu inn móti urðini leyp eg og stóð upp á miðju í sjógvi. Eg skundaði mær upp á turt. Hans stóð til reiðar at fylgja mær. Tá ið eg var komin upp á turt, hoyrdi eg róp og vendi mær á og sá, at báturin lá so skeivur fyri. Teir róptu aftur og bóðu meg koma at trýsta bátin útaftur. Eg legði útgerðina frá mær og fór at royna at trýsta á bátin, meðan teir báðir umborð royndu at stinga bátin út við árunum, men árarnar brotnaðu, og eg orkaði onki at gera við bátin. So kom ein alda og lyfti bátin upp við tí úrsliti, at ein steinur kom upp gjøgnum bátin frammanfyri maskinrúmið. Nú var einki at gera, báturin var fastur og lá og bukaði niður í botn og brotnaði meir. Christen og Hans bóru skjótt at og tóku alla útgerðina, sum vit høvdu við og lupu á sjógv, og vit gingu allir upp á turt. Eg minnist, at Hans segði, at hansara klokka gekk, og at klokkan var 16:30.

Har stóðu vit uppi yvir einum trivaligum vælbygdum áttamannafari, sum var farið í sor eftir fáum minuttum. Eg havi ofta hugsað síðan, hvussu lítið ment vit eru, tá ið náttúrkreftirnar bert remba sær eitt sindur. Høgt berg var fyri, og ikki var gongt burtur úr urðini, so vit vóru noyddir at verða í urðini. Her var ikki at standa. Christen vóð út og fekk fatur á fanglínuni, legði tørn um ein stein og settist at halda bátinum, so hann ikki flotnaði út. Hans og eg fóru at bera útgerðina niðan frá undir eitt loft. Síðani tóku vit alt sum hendur fekst av bátinum og bóru tað flóðfrítt. Hetta gjørdu vit fyri at bátar, sum vónandi komu at leita, ikki skuldu finna partar av bátinum og halda, at vit vóru sjólatnir. Tá ið báturin var fjaraður uppi, brutu vit hann sundur og bóru hann flóðfrían, bert motorurin og ein partur av botninum lá eftir. Nú var myrkur komið á okkum og svongdin byrjaði at følast. Maturin var sjódrigin og kundi ikki etast, men Christen og Hans høvdu nakrar fløskur av øli, og býttu vit tríggir eina øl. Hetta doyvdi ringastu svongdina. Vit tordu ikki at gera ov nógva av, tí vit vistu ikki, hvussu leingi vit komu at sita í urðini. Nú vit eru komnir í frið, kom kuldin. Tað er lítil dugur í útlendskum undirklæðum undir sovorðnum umstøðum, tey klistrast at kroppinum av vætuni, og líva ikki tað allarminsta, so fyri at fáa hita máttu vit fáa eld. Timbur var nokk av, eitt heilt áttamannafar var brotið til pinnabrenni, men verri var við eldi. Hjá Christen og mær var alt rennvátt, bæði tubbakk og eldur, men hjá Hans stóð betur til. Hann hevði havt tubbakkið og eldin í bróstlummanum, so tubbakkið var turt, men tendrarin var eitt sindur vátur, men eftir eini løtu hevði hann fingið turkað tendraran, og eldur fekst í eina flís og síðani í eitt bál.

Nú var lagið betur, hitin kom væl við og ikki at siga ein sigarett eisini. Vit máttu hava tvey bál, eitt har vit sótu og eitt so langt vesturi í urðini sum gjørligt, fyri at bátar, sum komu úr haraldssundi kundi síggja vestara bálið. So var gjørt, vit fóru allir vestur og tendraðu bál. Út á kvøldið minkaði vestara bálið burtur, og bjóðaði Hans sær til at fara vestur at leggja afturat. Christen og eg sótu eftir. Tá ið ein góð løta var liðin, sóu vit  í glæmuni av eldinum eitt myrkt koma krúpandi móti okkum. Vit ivaðust ikki í, at hetta var ein kópur. Vit gjørdu okkum til reiðar við gassa og riflu, men tíbetur róbti Christen ávaring, og alla Guds lukku svaraði aftur. Tá var tað Hans, sum kom aftur. Hevði hann ikki svarað, kundi syndarlig vanlukka verið hend. Aftaná hesa hending fylgdust vit alla tíðina. Á miðnátt sóu vit ljós koma vestureftir, og vón um bjarging hómaðist. Vit blussaðu og skutu alt vit kundu, men ljósið helt fram út frá landi. Vit hildu á at blussa og skjóta og brádliga sóu vit eina bakborðslanternu. Báturin snaraði og kom inn móti landi. hetta var útróðrarbáturin " Norða " úr Klaksvík. Hann var komin at leita. Hann kom so langt inn, sum hann tirdi, og vit fóru oman móti sjóvarmálanum. Vit høvdu eitt bluss við okkum.

Teir róptu, men vit skiltu ikki, hvat teir søgdu, og teir skiltur heldur ikki, hvat vit róptu. Av tí at vit høvdu eitt bluss hjá okkum, fingu teir ta fatan, at bert ein maður var bjargaður. Bátarnir, sum vóru komnir at leita, tosaðu saman og tíðindini bórust, at bert ein maður var á lívi, og tíverri frættist hetta inn til Klaksvíkar, so standurin var ringur heima.

Síðani komu fleiri bátar til, og eg haldi, teir mundu vera um 10, millum aðrar, tíggjumannafarið " Garpur " av Biskupsstøð. Umleið klokkan 03:00 kom " Garpur " inn móti urðini og vit fóru oman ímóti, hesaferð høvdu vit hvør sítt bluss. teir komu so nær, at vit hoyrdu væl hvat teir søgdu, og teir eru her allir tríggir. Síðani søgdu teir okkum at teir ætlaðu at royna at fáa okkum av landinum aftur í lýsingini. Vindurin hevði hug at trilskast.

Boðini um, at vit allir vóru á lívi, bórust tíbetur líka skjótt inn til Klaksvíkar sum fyrru boðini, so tað heur latnað hjá teimum heima. Umleið kl 06:00 kom " Garpur" inn móti urðini, og vit fóru oman ímóti. Nú skuldi roynast t taka okkum útaftur. Dánjal hjá Poul Marius stóð frammi í skut  við einum klønum nylonenda í hondini. Hann kastaði endan inn til okkum, síðani var ein uppstandari knýttur í nylonendan, og vit drógu uppstandaran og ein lítlan gummibát inn á land. Síðani fyltu vit alla útgerðina, sum vit høvdu eftir í gummibátinum og Christen, sum var tyngstur av okkum, setti seg í botnin í gummibátinum. Hans og eg skuldu skumpa gummibátin út, tá ið aldan dróg útfrá, og so var gjørt. Vit bíðaðu eftir løgum og hirdu avstað og væl gekst. Gummibáturin losnaði, og vit bóltaðu okkum umborð og sloppið var. Christen, sum sat niðri í botninum, fekk rættiliga ilt av steinunum, sum báturin hoppaði eftir, men hann fekk ikki varandi mein.

" Garpur " setti okkum umborð á "Norðan" og umleið kl 08:00 morgunin eftir, sum ferðin var byrja, vóru vit aftur í Klaksvík. Soleiðis minnist eg hesa kópaveiðuferð, sum gekk illa, men fekk ein góðan enda. Eg havi roynt at siga so gjølla frá ferðini, sum eg minnist, og vóni, at tit bera yvir við mær, um okkurt er skeivt frásagt.

 

Myndir