Vatnverkið í Haraldssundi

Vatnverkið kom umleið 1955.

Hetta árið fóru haraldssundsmenn, at fáa sær vatnturbinu fyri at fáa bíligar streym. Teir løgdu rør líka niðan á Hjalla. Eisini vóru nøkur løgd uppi á Hjallanum. Turbinan varð uppsett inni í sama bygningi, sum mortorurin stóð. So kundu teir lættari skifta millum dieselorku og vatnorku. Bygningurin stendur við Glyvursá.

Mennirnir tóku seg saman og fóru allir at bera sand og sement niðan á Hjallan. Teir bóru tilfarið í leypum, sum teir kallaðu fyri " tættleypar " teir bóru sandin í hesum leypum. leyparnir vóru heilir.

Tá teir bóru, so gingu teir til mødis. Tað vil siga, at ein maður gekk nakað niðan, so tók næsti við og bar leypin við sandinum í. So tók triði maðurin við. Tað virkaði, sum eitt slag av transportbandi.

Tann maðurin, sum fylti upp í leypin var Karl Klettskarð. Hann koyrdi ikki nógv í leypin. Tað mundi vera umleið hálvonnur spann. Tað gekk væl at fáa alt tilfarið niðan. Tá tveir tríggir dagar vóru farnir, var allur sandurin komin niðan á Hjalla. teir stoyptu síðani ein brunn uppi á Hjalla.

Rørini vóru eisini borin niðan. Tveir mans vóru um hvørt rørið. Ein í hvørjum enda. Síðani høvdu teir enda á rørinum og har hálaðu tveir mans í. so tað bleiv ikki so tungt at bera niðan. Teir brúktu endan, sum teir vanliga brúktu til nótakast. Hesin endin var ikki so langur, men hann rakk umleið niðan á Miðgøtu.

Fyrst bóru teir øll rørini niðan á Miðgøtu, og so fóru teir víðari frá Miðgøtu og so langt sum endin rakk. Soleiðis tóku teir seg niðan á Hjallan.

Diesel motorurin var settur til á Mikkjalsmessu 29. september 1949 og tá fingu haraldssundsmenn á fyrsta sinni streym.

Myndir